Tíðindi

23. Oct 2026

Eliesar Høj 90 ár

Í gjár, 22. oktober, fylti Eliesar Høj 90 ár.

Borgarstjórin var á gátt hjá Eliesari við eini heilsan, blómum og einum sekki av kraftfóðri. Kraftfóðri fær seyðurin.

Eliesar er virkin maður, tíðliga hvønn morgun fer hann eina rundu í bygdini, hyggur til seyðin og annars tað, ið hendir her á leið.

Hann hevur drúgvar royndir í kommunalum arbeiði. Fyrstu ferð, hann var valdur í kommunustýrið, var í 1985 og har var hann heilt til 2000, tvey skeið sum borgarstjóri. Eliesar tók við sum borgarstjóri tá landið var í ringastu kreppu í nýggjari tíð, og tá var ikki altíð so stuttligt at sita við endan. M.a. fortaldi Eliesar í gjár, at sparast skuldi allastaðni, og t.d. var annarhvør lyktapeli sløktur fyri at spara upp á útreiðslurnar til streym. Ikki nógv bleiv bygt í hesum tíðarskeiðinum, tað ráddi bara um at verja borg. Men tíbetur gongur betri nú, og Eliesar er sera spentur uppá høllina, sum nú skal byggjast í grannlagnum hjá honum.

Sjóvar kommuna ynskir Eliesari hjartaliga til lukku við degnum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
23. Oct 2026
Eliesar Høj 90 ár
22. Oct 2026
rth
22. Oct 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
20. Oct 2026
Kommunuskrivstovan stongd
20. Oct 2026
Fíggjar­nevndarfundur 19.10.2026
20. Oct 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
19. Oct 2026
VENJING Í EYSTUR­OYARTUNLI­NUM Í KVØLD
15. Oct 2026
Fundur í Tøkni- og vinnunevnd­ini 14. oktobur 2026

Send boð til Sjóvar kommunu