Tíðindi

27. mai 2026

Fundur í Vinnu-og havnanevndini 26. mai 2026

Møtt: Sonni Johansen, Artur Johansen og Drós Ellingsgaard
Skrivari: Jóhan Blábjørg
Klokkan: 17:00 – 18:25 

Mál nr.:546-5-2020 Grótkastið í Heygstøð
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:19/11-2020
Málslýsing: Viðurskiftini í bátahylinum í Heygsstøð eru ikki hóskandi tá nógvur vindur er, og aldurnar koma av landsyningingi. Tá eru trupulleikar við órógvi og súgi í bátahylinum. Somuleiðis eru viðurskiftini keðilig við Langubrúgv, tá nógvur vindur er av eystri.

Fyri at betra um hesi viðurskiftir, og avmarka órógvi sum stendst av ov nógvum vindi av hesum ættum, ætlar man at útbyggja grótkastið í Heygstøð.

Kostnaðarmeting er komin á arbeiði. Metingin verður løgd framm.

 Avgerð: Arbeiða víðari við málinum.
 

Mál nr.:541-6-2025 Keyp av gróti frá grundstykkjum
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:5/3-2025
Málslýsing: Samtykt bleiv 24/4-25 um at keypast kundi ivirskotsgrót frá grundstykkjum.

Hendan samtyktin skuldi takast upp til nýggja viðgerð í juni 2026.

Viðgerast skal um sáttmálin skal leingjast.
Avgerð:Sáttmálin longdur til juni 2027.

Mál nr.:547-1-2026 Bingjuplássið á Hulki
 
Reist av: Sjóvar kommunu
Dagf.:26/5-2026
Málslýsing: Okkurt má gerast við bingjuplássið á Hulki. Tað er í ringum standi, og ótíðarhóskandi. Okkurt má tí gerast.

Skal tað flytast? Gerast í stand? Gerast størri? 

Avgerð:Tekniska umsitingin ger eitt uppskot til bingjupláss á Langanesi.
 

Mál nr.:546-1-2025 Útbygging av atløgubryggju og havnaøkinum á Hulki
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:6/3-2025
Málslýsing: Kostnaðarmeting um at leingja kajina 40 m norðeftir

Kostnaðarmetingin verður løgd framm.
Avgerð:Nevndin bleiv kunnað um málið.

Umsitingin søkjir um góðkenningar og kannar umhvørviskrøv um at leggja grót á sjógv, og gera nýggjan bryggjukant norðanfyri Vaðhorn.    

Mál nr.:546-1-2019 Vinnuøki og (bryggja) á Hulki
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:10/1-2019
Málslýsing: Hvussu skal vinnuøkið gagnnýtast best?
Avgerð: Umsitingin skal søkja um loyvi til at leggja grót á sjógv suðureftir frá Højflutningi til bátahylin.  

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
23. okt 2026
Kommunustýrisfundur 29. oktober
23. okt 2026
Pensjónista­felagið í Sjóvar sókn: Jólaborð, Ræstkjøtsveitsla
23. okt 2026
Gera kommunur­nar meira demensvinarligar
23. okt 2026
Eliesar Høj 90 ár
22. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
20. okt 2026
Fíggjar­nevndarfundur 19.10.2026
20. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
19. okt 2026
VENJING Í EYSTUR­OYARTUNLI­NUM Í KVØLD

Send boð til Sjóvar kommunu