Tíðindi

08. jan 2026

Sløkkiliðsmenn verða heiðraðir

Tað var ein søgulig løta tann 24. oktober 2025 í nýggju hølunum hjá Arbeiðs- og Brunaeftielitinum, tá ið Føroyska heiðursteknið fyri tænastu í tilbúgvingini varð latið fyri fyrstu ferð. Bjarni K. Petersen, táverandi landsstýrismaður, handaði tá heiðurstekin til ein mann, sum á ein serligan hátt hevur sýnt, hvat góð og álítandi tilbúgving er.

Í meira enn fjøruti ár hevur Sunleiv Højgaard staðið í fremstu røð í Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði – sum sløkkiliðsmaður, leiðari og fyrimynd.

At Sunnleiv fekk handað fyrsta heiðursteknið fyri tænastu í tilbúgvingini, er bæði eitt persónligt heiðursmerki og ein viðurkenning av øllum teimum, sum dagliga gera hetta týdningarmikla arbeiðið kring landið.

Við hesum tekni vildi myndugleikin vísa takksemi – ikki bara fyri áralangt trúfast arbeiði, men fyri eitt haldført íkast til sjálvan grundvøllin undir okkara felags trygd og samanhaldi innan økið.

Leygarkvøldið 3. januar 2026 skipaði Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið fyri árliga hugnakvøldinum í Bygdarhúsinum á Strondum.

Tað var í hesum sambandi, at Súni í Hjøllum, formaður í tilbúgvingarnevndini hjá SKS, vegna nevndina, hjartaliga takkaði Sunleivi Højgaard fyri góða, trúgva og drúgva tænastu í hesum týdningarmikla arbeiði til frama fyri trygd og samanhaldi í Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði.

Sum tøkk fekk Sunleiv Højgaard ein málning, sum Jón Magnus Joensen, hevur málað.

Eisini fingu sjey aðrir sløkkiliðsmenn í SKS silvurheiðurstekin og skjal, har Eirikur í Jákupsstovu, núverandi landsstýrismaður, skrivar: ”Sum landsstýrismaður fegnist eg um, at tú ósjálvsøkin og trúfastur hevur tænt føroysku tilbúgvingini”.

Teir, sum fingu silvurheiðurstekin vóru:

Jan Abrahamsen, Strendur, starvast í 39 ár.

Jónsvein Bjartason, Strendur, starvast í 26 ár

Hanus Heinesen, Nes, starvast í 36 ár.

Niclas Davidsen, Toftir, starvast í 36 ár.

Harry Benjaminsen, Toftir, starvast í 32 ár.

Fróði Danielsen, Toftir, starvast í 30 ár

Vilhelm M. Olsen, Skála, starvast í 30 ár

Tveir sløkkiliðsmenn, sum fyri stuttum eru givnir, vórðu eisini heiðraðir fyri trúgva tænastu og fingu málning, sum Jørgin Olsen hevur málað.

 Teir eru:

Leif Petersen, Oyndarfjørður og

Andrias Hammer, Funningsfjørður

Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið (SKS) varð stovnað fyri meira enn 51 árum síðan, tann 4. september 1974. Samstarvið umfatar Nes- Sjóvar- og Runavíkar kommunur. Samstarvið hevur verið gott í øll hesi ár við sera góðum og trúgvum sløkkiliðsfólkum – tey seinastu mongu árini við Sunleivi Højgaard sum tilbúgvingarleiðara og Vilhelm M. Olsen sum varaleiðara.

Í tilbúgvingarnevndini fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, harafturat hevur Runavíkar kommuna tveir fastar limir. Í nevndini er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Eisini møtir varaleiðarin til fundirnar.

Í tilbúgvingarnevndini sita nú:

Súni í Hjøllum, formaður
Hans Anders Jacobsen, næstformaður
Tórbjørn Jacobsen
Terje B Vestergaard
Pauli Poulsen
Sunleiv Højgaard og
Hans L. Djurhuus

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
09. okt 2026
Loppu­marknaður og kaffisølu á Café Bellu
08. okt 2026
Stranda kvøldskúli nýggja heimasíðu
07. okt 2026
90 ára føðingardagur
07. okt 2026
Konfimantar í Skála kirkju sunnudagin 11. oktobur kl 11.
06. okt 2026
Avtalan um barna- og ungdóms­tannrøkt endur­nýggjað
06. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
06. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
06. okt 2026
Bárður á Lakjuni á Strondum 

Send boð til Sjóvar kommunu