Tíðindi

26. feb 2026

Lesandi uttanlands kunnu nú søkja um upptøku á vallista - eisini gjøgnum Vangan


Fyri at kunna atkvøða er neyðugt at verða skrásettur á vallista

Lesandi, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, hava valrætt til løgtingið, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti til løgtingið, og um tey framman undan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans.

Fyri at kunna atkvøða er neyðugt at verða skrásettur á vallista. Lesandi uttanlands verða eftir áheitan upptikin á vallistan í teirri kommunu, har tey seinast hava verið skrásett í fólkayvirlitinum. Fyri at verða tikin upp á vallistan, skal veljarin senda inn umsókn, og skal kommunan hava tikið avgerð um upptøku á vallistan í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin.

Seinasta freist fyri upptøku á vallistan er tí 5. mars 2026.

Veljarar, ið hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár, kunnu ikki koma á vallista.

Umsóknarblað fæst teldutøkt á heimasíðuni hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum og kann útfyllast og útskrivast beinleiðis av Til ber eisini at fáa umsóknarblað frá kommununum og føroysku viðskiftastovunum. 

Umsókn við upplýsingum um heiti á útbúgvingini og útbúgvingarstaðnum kann sendast til sjk@sjovar.fo ella umvegis Vangan. Tað er ikki longur neyðugt við váttan frá útbúgvingarstaðnum. 

Upptøka á vallistanum er galdandi í 2 ár frá tí degi, avgerðin um upptøku er tikin. Heitt verður á tey lesandi, sum búgva uttanlands, um at søkja sum skjótast um at koma á vallistan til komandi løgtingsval.

Kommunurnar skulu boða Landsfólkayvirlitinum frá avgerðum um upptøku á vallista av veljarum. Landsfólkayvirlitið førir eitt samlað yvirlit yvir tílíkar veljarar.

Lesandi uttanlands kunnu greiða brævatkvøðu nú. Brævatkvøðan skal vera Sjóvar kommunu í hendi áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar valdagin. 

Lesandi uttanlands greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi, t.d. sendistovur og donsk fólkayvirlit. Tað er eisini møguligt at greiða brævatkvøðu á einum fólkayvirliti í Føroyum.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. feb 2026
STARV Í TEKNISKU UMSITING Í SJÓVAR KOMMUNU
26. feb 2026
Lesandi uttanlands kunnu nú søkja um upptøku á vallista - eisini gjøgnum Vangan
26. feb 2026
Fríðuf­løtur stongdur hósdagin kl 12-16
26. feb 2026
Brævatkvøðugreiðsla til Løgtingsvalið 26. mars
24. feb 2026
Fíggjar­nevndin 23.02.2026
23. feb 2026
Kommunustýrisfundur 26. februar
20. feb 2026
Missiónsvika á Strondum
18. feb 2026
Dagførd ferðaætlan á leið 440

Send boð til Sjóvar kommunu