Tíðindi

07. jan 2026

Almenn svimjing byrjar aftur

Almenn svimjing byrjar aftur í dag, mikudagin 7. januar 2026 kl. 16:00. Svimjihylurin hevur verið stongdur í jólafrítíðini, og síðani ársbyrjan hava onkrar smærri tekniskar avbjóðingar gjørt, at hylurin hevur verið stongdur.

Svimjihylurin er nú klárur aftur til svimjing, og tí verður almenn svimjing í dag, og í morgin, hósdagin 8. januar, byrjar skúla-svimjing aftur.

Almenn svimjing er hesar dagar:

Mikudag:

kl. 16.00 - 17.00 Familjur við pinkubørnum
kl. 17.00 - 20:00 Almenn svimjing fyri øll
kl. 20:00 - 21:00 Vaksin

Leygardag:

kl.09.00 - 10.00 Vaksin
kl.10.00 - 12.00 Almenn svimjing fyri øll

Svimjihylurin er tó ikki opin í feriutíð (fylgir skúlafrítíðini)

Prísir til alemnna svimjing:

Børn (frá 0 ár til og við 7. fl.): 10 kr.
Vaksin (frá 8 fl. og uppeftir): 20 kr.

Svimjihylurin er í Stranda skúla.

Hylurin er annars til leigu, fyri 600 kr. um tíman, eftir nærri avtalu við Hans Petur Jacobsen, tlf. 232730.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
04. sep 2026
FM á langteini í súkkling í morgin, 5. sep.
03. sep 2026
Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík
31. aug 2026
Eigur tú eldri myndir av eldsløkking?
28. aug 2026
Fíggjar­nevndarfundur 21.08.2026
28. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27.08.2026
27. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27. august
21. aug 2026
Diabetes 2 kanningar á Strondum 3. september
18. aug 2026
Stranda musikk­skúli

Send boð til Sjóvar kommunu