Tíðindi
Starv í Stranda skúla
Hetta starv verður lýst leys til setanar frá 9. februar 2026:
Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli
Søkt verður eftir námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv 09.02.26. til 18.06.26. Lønarbrotið er 0,54).
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20, 11-21. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv. Um umsøkjari við námsfrøðiligari útbúgving ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í starv.
Umsóknarfreistin er 19.01.26 kl.14, og skal sendast við telduposti til: strandaskuli@skulin.fo
ella við brævi til:
Stranda skúli
Skúlavegur 7
490 Strendur
Fleiri upplýsingar um starvið fært tú við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 232730.
Stranda skúli hevur hetta skúlaárið uml. 160 næmingar og uml. 20 lærarar. Tú kanst lesa meiri um skúlan á heimasíðuni www.strandaskuli.fo