Tíðindi

27. des 2025

Nýggjárshald og nýggjársdansur á Strondum

Eins og undanfarin ár verður skipað fyri stórum nýggjárshaldi á Strondum nýggjársaftan.

Aftur í ár verður skipað fyri kyndlagongu og báli, eins og blikk verða sett fram við vegnum millum gomlu dansistovuna og bygdahúsið og rundan um bygdahúsið.

Fólk, sum vilja luttaka í kyndlagonguni, skulu møta við gomlu dansistovuna kl. 23:20, tá blikkini verða tendrað. Blikkini verða gjørd klár og sett upp fyrr um dagin og skulu helst fáa frið at standa til midnátt.

Kl. 23:30 byrjar kyndlagongan frá gomlu dansistovuni út í bygdahúsið. Nógvir kyndlar eru gjørdir, og vónað verður, at nógv møta til kyndlagonguna. Vit meta, at børn frá 11-12 ára aldri eru egnað at luttaka í kyndlagongdini. Smærri børn kunnu ganga saman við vaksnum.

Við bygdahúsið verða kyndlarnir tveittir á bálið, og fest verður í bálið. Fólk standa við bálið og hjálpa til við hesum. Væntandi verður bálið tendrað umleið kl. 23:40. Bálið verður einans úr plattum og kyndlum, og tí má einki órudd blakast á bálið.

Kl. 00.00 verður fýrverk skotið fram við vegnum við barnagarðin. Í hesum tíðarskeiði verður vegurin stongdur. Tó ber til at koyra gjøgnum parkeringsøkið við barnagarðin yvir í bygdahúsið.

Aftaná fýrverkið verða øll boðin til heita suppu í bygdahúsinum, har felagssangur og hugnalig samvera mynda løtuna fram til kl. 01:30. Eftir hetta bjóðar kommunan øllum ókeypis til nýggjársdans við kenda útvarps-vertinum Finni Olsen úr "Upp á tá".

Tørvur er á fleiri tøkum hondum, sum kunnu hjálpa við blikkum, kyndlum og báli. Meir kunning um hetta verður løgd út á Facebook-bólkin "Strandingar á facebook" næstu dagarnar.

Um fólk eiga tóm blikk, taka vit fegin móti teimum. Setið tykkum í samband við Ega á tlf. 222391.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
27. des 2025
Nýggjárshald og nýggjársdansur á Strondum
19. des 2025
Nýtt vinnuøki Innan Glyvur
23. des 2025
Jólamenn vitja í Sjóvar kommunu jólaaftan
19. des 2025
Gleðilig jól og gott nýggjár
19. des 2025
Kommunustýrisfundur 18.12.2025
19. des 2025
Almennir kommunustýrisfundir í 2026
19. des 2025
Ruskplássið um høgtíðina
19. des 2025
Ruskinn­savning um jólini og nýggjárið

Send boð til Sjóvar kommunu