Tíðindi

19. des 2025

Nýtt vinnuøki Innan Glyvur

Sjóvar kommuna selur nú vinnustykki á nýggjum vinnuøki í Urðum fyri Innan Glyvur.

Vinnuøkið, sum er oman fyri sunnara býlingin Innan Glyvur, liggur væl fyri í samband við Eysturoyartunnulin, bert góðar tveir kilometrar norðanfyri tunnilsmunnan.

Vinnuøkið er vælegnað til eina fjølbroytta vinnu og er ætlað vinnu í umhvørvisflokki 1-3. Ásetingarnar fyri vinnuøkið eru tær, sum eru galdandi fyri Øki C í byggisamtyktini fyri Sjóvar kommunu. Kommunan er tó sinnað at tillaga ásetingarnar til nýtt møguligt virksemi.

Faldari - Vinnuøki Innan Glyvur

Faldarin vísur ætlanirnar hjá Sjóvar kommunu við økinum. Vinnustykkini eru ikki matrikullerað, men verða tað so hvørt, tey verða seld. Áhugaði kunnu við umsókn vísa á ynskta stødd av vinnustykki.

Sjóvar kommuna vil fegin hoyra frá vinnuligum aktørum, bæði verandi og nýggjum, um áhugi er fyri at byrja virksemi á nýggja vinnuøkinum.

Áhugaði kunnu venda sær til Sjóvar kommunu á tlf. 472727 ella á teldupost sjk@sjovar.fo.

Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum.

 

Sjóvar kommuna

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. feb 2026
Binda í pensjonista­húsinum
16. feb 2026
Kappingarárið hjá Stranda talvfelag
16. feb 2026
STARV Í TEKNISKU UMSITING Í SJÓVAR KOMMUNU
12. feb 2026
Rókin fingið nýggjan krana
11. feb 2026
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
09. feb 2026
Barna­dansur í bygdahúsinum
06. feb 2026
Kommunustýrisfundur 29.01.2026
30. jan 2026
Broyting í byggisamtykt fyri vinnuøkið Innan Glyvur

Send boð til Sjóvar kommunu