Tíðindi

23. des 2025

Jólamenn vitja í Sjóvar kommunu jólaaftan

Aftur í ár vitja jólamenninir allar fimm bygdirnar í Sjóvar kommunu jólaaftansmorgun.

Jólamenninir bjóða øllum okkurt gott, tó mugu børnini koma út á vegin at heilsa uppá.

Koyringin er skipað, soleiðis at jólavitjanirnar ganga so skjótt og væl sum gjørligt.

Á Selatrað, Morskranes, Kolbeinagjógv og Innan Glyvur steðga jólamenninir við jólatræið í
bygdini.

  • á Selatrað kl. 9.45
  • á Morskranes uml. 10.00
  • við Kolbeinagjógv uml. 10.10
  • Innan Glyvur uml. 10.30

Á Strondum byrja teir á Effo og koyra út eftir.

  • við Effo kl. 10.45
  • uppi á Fløtum kl. 11.00
  • við bygdahúsið kl. 11.55
  • á Lágarvegnum kl. 12.30
  • við jólatræið og inn eftir kl. 12.50

GG: Tíðirnar eru vegleiðandi.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. des 2025
Nýtt vinnuøki Innan Glyvur
23. des 2025
Jólamenn vitja í Sjóvar kommunu jólaaftan
19. des 2025
Gleðilig jól og gott nýggjár
19. des 2025
Kommunustýrisfundur 18.12.2025
19. des 2025
Almennir kommunustýrisfundir í 2026
19. des 2025
Ruskplássið um høgtíðina
19. des 2025
Ruskinn­savning um jólini og nýggjárið
19. des 2025
Broyting í almennu byggisamtykt­ini

Send boð til Sjóvar kommunu