Tíðindi

06. jan 2026

Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár

Goymið ikki gamalt fýrverk – tað kann kykna av sær sjálvum!

Av trygdarávum vil IRF mæla fólki frá at goyma fýrverk til næsta nýggjár. Betri er, um tað verður burturbeint á rættan hátt. Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða.

Av trygdarávum mælir IRF tí fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár.

Hvussu skal fýrverk burturbeinast? Fýrverk kann latast í reyða posan hjá IRF.

Fýrverk kann eisini verða latið inn til eitt mannað endurnýtslupláss.

Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið. Sum dømi kann nevnast, at eldur kom í ein ruskbil hjá IRF júst av hesi orsøk.

Við størri nøgdum av fýrverki til burturbeiningar, verða fólk biðin um at ringja til IRF á 414243 fyri nærri vegleiðing. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. feb 2026
Binda í pensjonista­húsinum
16. feb 2026
Kappingarárið hjá Stranda talvfelag
16. feb 2026
STARV Í TEKNISKU UMSITING Í SJÓVAR KOMMUNU
12. feb 2026
Rókin fingið nýggjan krana
11. feb 2026
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
09. feb 2026
Barna­dansur í bygdahúsinum
06. feb 2026
Kommunustýrisfundur 29.01.2026
30. jan 2026
Broyting í byggisamtykt fyri vinnuøkið Innan Glyvur

Send boð til Sjóvar kommunu