Tíðindi

27. des 2025

Nýggjárshald og nýggjársdansur á Strondum

BROYTING!!!

Vegna vánaligt veður og veðurfrásagnir, avlýsa vit blikk, faklagongd og bálið í kvøld.

Fýrverkið verður tó skotið sum ætlað á midnátt, og aftaná bjóða vit tykkum til suppu, sang, hugna og dans í bygdahúsinum, sum tit kunnu lesa meir um longri niðri í greinini.

 

Uppruna greinin

Eins og undanfarin ár verður skipað fyri stórum nýggjárshaldi á Strondum nýggjársaftan.

Aftur í ár verður skipað fyri kyndlagongu og báli, eins og blikk verða sett fram við vegnum millum gomlu dansistovuna og bygdahúsið og rundan um bygdahúsið.

Fólk, sum vilja luttaka í kyndlagonguni, skulu møta við gomlu dansistovuna kl. 23:20, tá blikkini verða tendrað. Blikkini verða gjørd klár og sett upp fyrr um dagin og skulu helst fáa frið at standa til midnátt.

Kl. 23:30 byrjar kyndlagongan frá gomlu dansistovuni út í bygdahúsið. Nógvir kyndlar eru gjørdir, og vónað verður, at nógv møta til kyndlagonguna. Vit meta, at børn frá 11-12 ára aldri eru egnað at luttaka í kyndlagongdini. Smærri børn kunnu ganga saman við vaksnum.

Við bygdahúsið verða kyndlarnir tveittir á bálið, og fest verður í bálið. Fólk standa við bálið og hjálpa til við hesum. Væntandi verður bálið tendrað umleið kl. 23:40. Bálið verður einans úr plattum og kyndlum, og tí má einki órudd blakast á bálið.

Kl. 00.00 verður fýrverk skotið fram við vegnum við barnagarðin. Í hesum tíðarskeiði verður vegurin stongdur. Tó ber til at koyra gjøgnum parkeringsøkið við barnagarðin yvir í bygdahúsið.

Aftaná fýrverkið verða øll boðin til heita suppu í bygdahúsinum, har felagssangur og hugnalig samvera mynda løtuna fram til kl. 01:30. Eftir hetta bjóðar kommunan øllum ókeypis til nýggjársdans við kenda útvarps-vertinum Finni Olsen úr "Upp á tá".

Tørvur er á fleiri tøkum hondum, sum kunnu hjálpa við blikkum, kyndlum og báli. Meir kunning um hetta verður løgd út á Facebook-bólkin "Strandingar á facebook" næstu dagarnar.

Um fólk eiga tóm blikk, taka vit fegin móti teimum. Setið tykkum í samband við Ega á tlf. 222391.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. des 2025
Nýtt vinnuøki Innan Glyvur
06. jan 2026
Áheitan um ruskposan
06. jan 2026
Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár
05. jan 2026
Starv í Stranda skúla
30. des 2025
TRICKS - Nýggjársgykl í Stranda Bio.
28. des 2025
Jólafest fyri vaksin í Missións­húsi­num á Strondum
27. des 2025
Nýggjárshald og nýggjársdansur á Strondum
23. des 2025
Jólamenn vitja í Sjóvar kommunu jólaaftan

Send boð til Sjóvar kommunu