Tíðindi
Broyting í almennu byggisamtyktini
Kunngerð um framløgu av broyting í byggisamtykt
Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá mánadegnum 22. desembur 2025 til fríggjadagin 16. januar 2026.
Broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu:
Byggisamtyktin á matr 123 á Selatrað verður broytt frá økið F (Almenn frítíðarøki) til C3 (Vinnuøkið)
Samtykta orðingin í kommunustýrinum til C3 er soljóðandi
Áseting til C3:
a) Økið verður lagt av til atvinnuvirki, t.e. heilsøluhandlar, goymslur, verkstað, ídnað, matframreiðslu, samkomur, útleigan og til tænastuvirksemi í sambandi við tey, bilstøðlar o.t..
b) Grundstykki skulu vera í minsta lagi 500 m2 til støddar.
c) Nettonýtingarstigið má ikki fara upp um 0,4.
d) Eingi hús ella einstakir partar teirra mugu vera hægri enn 8,5 m yvir miðaljørðildi (miðal við húsahorni).
Grundin til broytingina er, at eigarnir av matrikkul 123, hava ynski um at hava vinnuvirksemið á økinum.
Møguligar viðmerkingar ella mótmæli um broyting av §3 stk 1, bunkt B, sum skulu vera skrivlig, verða at senda til:
Sjóvar kommunu
Skúlavegur 10
490 Strendur
ella: sjk@sjovar.fo í seinasta lagi fríggjadagin 06. februar 2026