Tíðindi

18. des 2025

Miðnámsskúlanæmingar syngja á sambýlum og ellisheimum

Talan er um B24y á Miðnámi á Kambsdali, sum hevur sett sær fyri at skapa jólahugna – ikki bara fyri seg sjálvi, men eisini fyri onnur. Tey hava vant allan desembur mánaða, og í dag og fríggjdagin fara tey runt við gittara, harmoniku, sangi, jólasøgu og heimabakstri at vitja ellisheim og sambýli kring landið og syngja føroyskar jólasangir, lesa eina jólasøgu og bjóða búfólki og gestum heimabakaðar smákøkur.

Nógv kenna ivaleyst til stuðulsrenning, men í hesum føri er talan um stuðulssynging, har tit kunnu hjálpa flokkinum at savna inn til námsferðina í vár.

Samstundis stuðla tit einum góðum endamáli – at ung og eldri hittast til gleði, sang og jólahugna.

 

** Hava tit hug at stuðla, so kunnu tit flyta eina valfría upphædd á her: 9181 – 611.034.9

B24y á Kambsdali

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
18. des 2025
Miðnámsskúla­næm­ingar syngja á sambýlum og ellisheimum
18. des 2025
Sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna við Skálafjørðin
18. des 2025
Syngja jólini inn á Selatrað
17. des 2025
Fríðuf­løtur stongdur hósdagin kl 9-13
17. des 2025
Fíggjar­nevndin 15.12.2025
17. des 2025
Søkt verður eftir námsfrøðingum til Lítlafløtt
16. des 2025
Loyvi til nýggjársbál
16. des 2025
Kommunuskrivstovan um jóla- og nýggjárshøgtíðina

Send boð til Sjóvar kommunu