Tíðindi

11. des 2025

Mamma, ert tú komin

"Mamma, ert tú komin" er heiti á nýggju skaldsøguni, sum Ragnar Danielsen júst hevur latið úr hondum.

Ragnar er snillingur við orðum, og væl liggur fyri at skriva, so einki er at ivast í, at eisini hendan bókin verður verd at lesa. Helst fer hon at enda undir onkrum jólatræi í ár.

Fyrra bókin, sum Ragnar gav út í 2019, kallaðist "Nú fækkast tey á gomlu Stranda gøtu", og Ragnar sigur, at hann hevur brúkt sama stíl í nýggju bókini. 

Høvuðspersónurin í "Mamma, ert tú komin" er fiktivur, men allir eldri strandingar kenna kulissurnar, sigur hann. Í bókini fylgja vit gerðum, tankum og kenslum hjá høvuðspersóninum frá tí, hann gongur í 5. flokki, til hann verður konfirmeraður.
Hvussu hann støðugt metir seg sjálvan, serliga við atliti til sínar javnaldrar, floksfelagar og onnur.
Vit fáa eisini eina lýsing av dagligdegnum og fólkum - bæði veruligum og fiktivum - í eini bygd á Skálafjørðinum seinast í 1960- og fyrst í 1970-árunum.

Bókin fæst í bókabúðunum og í Stranda Centrum.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. des 2025
Nýtt vinnuøki Innan Glyvur
09. jan 2026
45 fólk fleiri enn 1. januar í fjør
08. jan 2026
Sløkkiliðsmenn verða heiðraðir
07. jan 2026
Áheitan til bilførarar
07. jan 2026
Almenn svimjing byrjar aftur
06. jan 2026
Áheitan um ruskposan
06. jan 2026
Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár
05. jan 2026
Starv í Stranda skúla

Send boð til Sjóvar kommunu