Tíðindi

15. jun 2025

Fundur í V&H 15/6- 2025

 
Møtt: Sonni Johansen, Artur Johansen, Drós Ellingsgaard
 

Umframt: Hans Anders Jacobsen og Tummas Johannesen
Skrivari: Jóhan Blábjørg
Klokkan:16:00 – 16:25 

Mál nr.:546-1-2019 Vinnuøkið og bryggja á Hulki
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:10/1-2019 
Málslýsing: Loyvið er givið til at vippa grót á sjógv. Hvussu útnytta vit tað best, og hvat ynskja vit at gera á Hulki.


Avgerð: Samtykt er, at økið norðanfyri Vaðhorn verður fylt út, og at grótið verður lagt so, at økið er trygt.

Grótið sum liggur á Hulki og í grótbrotinum skal leggjast út á sjógv.

Ætlanin er so at gera bryggjukant. Lagt fyri fíggjarnevndina.
 

Mál nr.: 547-1-2025 Grótbrotið vestanfyri.
 
Reist av: Sjóvar kommunu
Dagf.: 12/6-2025
 
Málslýsing: Grótbrotið fyllist meira og meira.

Avbjóðingin nú er, at alt ov nógv mold er inni, og fjalir grótið sum liggur har.

Hvat skulu vit gera við grótið, so tað ikki verður dekka av moldini, og fer harvið til ‘spillis’?

Avgerð: Nevndin mælir til at grótið verður koyrt inn á Hulk, og vippa á sjógv. Lagt fyri fíggjarnevndina.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
23. okt 2026
Gera kommunur­nar meira demensvinarligar
23. okt 2026
Eliesar Høj 90 ár
22. okt 2026
rth
22. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
20. okt 2026
Kommunuskrivstovan stongd
20. okt 2026
Fíggjar­nevndarfundur 19.10.2026
20. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
19. okt 2026
VENJING Í EYSTUR­OYARTUNLI­NUM Í KVØLD

Send boð til Sjóvar kommunu