Tíðindi

30. mai 2025

Kommunustýrisfundur 28. mai 2025

 
Kommunustýrisfundur  28.05.2025

Møtt: Hans Anders Jacobsen, Artur Johansen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Sandra L. Østerø, 
Drós Ellingsgaard, Jóhan H. Funn

Umframt: Julia Kass
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:15

Mál nr.: Ikki mál
Málslýsing: Roknskapur 2024. Skal góðkennast og undirskrivast
Avgerð: Roknskapur og grannskoðaraprotokol fyri 2024 framlagt, góðkent og undirskrivað.
Julia fór av fundinum kl. 17:45

Mál nr.: 210-1-2025, roknskapur hjá SKS til góðkenning
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ársroknskapurin fyri 2024 hjá Skálafjarðar Sløkkiliðið til góðkenning
Avgerð: Roknskapur fyri 2024 gjøgnumgingin og góðkendur.

Mál nr.: 211-1-2025, eykajáttan til Roðan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Onnur viðgerð av eykajáttan til Roðan
Avgerð: Samtykt við aðru viðgerð.

Mál nr.: 215-1-2025, Strandatún 4
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til, at Sjóvar kommuna keypir ognina Strandatún 4, vísandi til tilmæli frá T&B og tekniska leiðara. Somuleiðis mælir fíggjarnevndin til, at 3,5 mió. kr. verða játtaðar til keyp og viðlíkahald og, at peningur verður fluttur av RS-665, Ídnaðarøki, til RS-611, Umsiting av ognum. Lagt fyri kommunustýrið.

Avgerð: Samtykt við seks atkvøðum fyri at keypa ognina í Strandatúni 4.
Seks atkvøður fyri: Hans Anders, Artur, Sonni, Jóhan, Sandra og Drós.
Ein atkvøða ímóti: Noomi K. Rasmussen


Mál nr.: 104-11-2025, broyting í viðgerð av stuðulsumsóknum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Mentanar- og frítíðarnevndin mælir til at broyta mannagongdirnar í viðgerðini av stuðulsumsóknum. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at taka undir við at broyta mannagongdirnar í viðgerðini av stuðulsumsóknum.

Mál nr.: 541-21-2019, Dávagerði II
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Formaðurin í Tøkni- og býarskipanarnevndini kunnar um málið.
Avgerð: Kunning um málið.

 
 
 
 
 
 



 
 
 
 
 
 


 

 
 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
07. aug 2026
Opið hús í tunlinum sunnudagin 9. august
05. aug 2026
Nýggjur útróðrarbátur til Strendur
03. aug 2026
Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Stranda skúla
03. aug 2026
Vaskifólk til skúlan
24. jul 2026
Broytingar í ruskinn­savning­ini á ólavsøku
17. jul 2026
Stongt vegna summarfrí
15. jul 2026
Íbúðir í Dávagerði reistar
15. jul 2026
Tveir 90 ára føðingardagar

Send boð til Sjóvar kommunu