Tíðindi

13. mai 2025

Fundur í V&H nevndini 12/5-2025

Vinnu- og havnanevnd 12.05.2025
 
Møtt: Sonni Johansen, Artur Johansen  og Drós Ellingsgaard
 
Umframt: Hans Anders Jacobsen
Skrivari: Jóhan Blábjørg
Klokkan: 17:00 – 18:30
 

Mál nr.: 659-1-2025 Lostænasta til Sjóvar havn
  
Málslýsing: Nú vantandi fleiri skip koma í Sjóvar havn, nú Krafta fer at selja olju, verður tørvurin á lostænastu størri.

Tórshavnar havn hevur bjóða seg at veita lostænastu til Sjóvar Havn.

Runavíkar havn kann eisini veita tænastu.

Viðgerast skal tí, um hvørja lostænastu Sjóvar kommuna skal  gera avtalu við.

Avgerð:Nevndin er samd um at skipa lostænastu við ein veitara.

 
 
 
 
 

Mál nr.:547-1-2021 Vinnuøkið Innan Glyvur
 
Málslýsing:Vinnuøkið Innan Glyvur. Íbindingin til Landsvegin er góðkend. Hvussu arbeiða vit víðari?

Avgerð:Umsitingin samskiftir við landsmynduleikarnar. Arbeiða víðari við málinum.

 

Mál nr.: 546-1-2025 Útbygging av havnaøkinum á Hulki
 
Málslýsing:Søkt er um loyvi at vippa grót á sjógv. Hvussu skulu økini raðfestast? Hvat økið skal gerast fyrst?
Avgerð: Vippa frá norðaru kaj og norðeftir.
 

Mál nr.:546-2-2025: Víðka økið á Langanesi
 
Málslýsing:Ynski er um at sleppa at vippa avlopsgrót á sjógv við Langanes.

Ynski er at gera hol á brimgarðin á Langanesi, og fylla út, so at økið blívur størri. Hetta økið kann so leigast út til fyritøkur

 Hetta kemur ikki at kosta kommununi nógvan pening.

 
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum. 
 

Mál nr.: 109-2-2025: Neystøkið
 
Málslýsing:Skal loyvi gevast til at búgva í neystunum

 
Avgerð:Arbeiða víðari við málinum.

Mál nr.:109-1-2025: Skipa- vøru og leigugjøld
 

Málslýsing:Reglugerðir fyri havnaøkið skal tillagast.

 
Avgerð:Arbeiða víðari við málinum.
 

Mál nr.: 546-3-2025 Op á brimgarðin við egningarskúrarnar
 
Málslýsing: Ynski er at gera eitt op í brimgarðin við egningarskúrðarnar, so at tað verður lættari at sleppa av við goggurestirnar.

Eisini er ynski at gera okkurt, so at tað er lætt og trygt at fara á seiðaberg har.

 
Avgerð: Avgjørt at gera opið

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
21. aug 2026
Diabetes 2 kanningar á Strondum
18. aug 2026
Stranda musikk­skúli
18. aug 2026
St.Í.F. aðalfund 31. august
14. aug 2026
Nýggja skipanin "kyss og koyr" riggar væl
12. aug 2026
Almenn svimjing byrjar aftur
12. aug 2026
21 spent børn byrjað í fyrsta flokki í dag
12. aug 2026
Bókasavnið letur upp aftur í næstu viku!
11. aug 2026
HG-Fisk á Torginum í Heygsstøð

Send boð til Sjóvar kommunu