Tíðindi

27. jan 2025

Kommunustýrisfundur 30. januar, kl. 17:00

 
Kommunustýrisfundur  30.01.2025, kl. 17:00

Mál nr.: Ikki mál
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Undirvísing um dátuvernd
 

Mál nr.: Almennir kommunustýrisfundir í 2025
Málslýsing: Almennir kommunustýrisfundir í 2025.

Okkara uppskot: 30. januar, 20. februar, 20. mars, 24. apríl, 28. mai, 19. juni, 28. august, 25. september, 30. oktober, 27. november, 18. desember. Fundirnir byrja kl. 17:00.
Mál, ið skulu fyri kommunustýrið, skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan fundinum.

Mál nr.: Val av umboðum í barnaverndartænastuna
Málslýsing: Umsitingin mælir til, at Mariann D. Poulsen og Bjørg Olsen verða valdar sum umboð í barnaverndartænastuni. Báðar hava játtað at taka við.
 
Mál nr.: Val av hegnsýnisnevnd
Málslýsing: Umsitingin hevur hesi uppskot til at manna hegnsýnisnevndina: Richard Johansen, Egil M. Petersen,
Jógvan G. Joensen, Jørleif Djurhuus og Jónhard Johansen. Allir hava játtað at taka við.

Mál nr.: Val av valstýri
Málslýsing: Umsitingin hevur hesi uppskot til valstýrið: Eyðstein Heinesen, form., Mass Djurhuus, Lis Weihe,
Selma Johansen

Eykalimir: Rosa Joensen og Katrina Jóhannusdóttir

Øll hava játtað at taka við.

Mál nr.: 104-1-2025, Dagføring av fundarskipan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrsta viðgerð av uppskoti frá umsitingini til dagføring av fundarskipanini.

Mál nr.: 104-2-2025, Dagføring av kommunustýrisskipanini
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrsta viðgerð av uppskoti frá umsitingini til dagføring av kommunustýrisskipanini.

Mál nr.: 104-4-2025, Dagføring av starvsfólkahandbók
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrsta viðgerð av uppskot frá umsitingini til dagføring av starvsfólkahandbók.

Mál nr.: 541-1-2025 Finleif Mortensen, umsókn um frávik frá byggisamtyktini, matr. nr. 175b
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Finleif Mortensen hevur søkt umfrávik í byggisamtyktini, matr 175b.

Tøkni- og býarskipanarnevndin hevur lagt tilmæli fyri kommunustýrið.
 

Ymiskt:              Royndarskipan um ansing til børn í triðja og fjóra flokki.

                           Skulu vit hava staðbundnar nevdir? Um ja, hvussu skulu hesar skipast?

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
23. mar 2026
Konfirmatión í Sjóvar kirkju 29. mars
20. mar 2026
Valfundur í bygdahúsi­num á Strondum
18. mar 2026
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 17. mars 2026
17. mar 2026
Ársaðalfundur hjá Stráluni
17. mar 2026
Valevnislistar til Løgtingsvalið 2026
17. mar 2026
Valevnalistar til fólka­tingsvalið 2026
13. mar 2026
”Saman um bygdina” – Nýggj stuðuls­skipan til smærri alment gagnligar verkætlanir
13. mar 2026
Løgtingsvalið - brævatkvøður og valkort

Send boð til Sjóvar kommunu