Tíðindi

27. aug 2024

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 19.08.2024

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin
 
Møtt: Rógvi R. Djurhuus og Súni F. Olsen
 
Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 16:30-17.30

Mál nr.: 541-5-2020, íbinging í landsveg
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing:
Íbinding í landsvegin frá Lágarvegi. Tosa um framløgu, sum verður áðrenn næsta kommunustýrisfund.
Avgerð:
Samtykt at loyva umsitingini at søkja um loyvi til íbinding í landsvegin sambært uppskoti frá tekniska leiðara, dagf. 19.08.2024. Millum matr. nr. 73 og 517
 

Mál nr.: 542-20-2024, umsókn um frávik í byggisamtykt
Reist av: Mariu Fagradal
Málslýsing:
Søkja um frávik, so tey kunnu byggja vindfang við úthurðina. Matr. nr. 79bg
Avgerð:
Nevndin mælir til, at frávik verður givið í byggisamtyktini. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 549-1-2024, spælipláss við Nónvarð
Reist av: Oddvør Johannesen 
Málslýsing:
Uppskot um at gera spælipláss á matr. nr. 79bp
Avgerð:
Samtykt ikki at ganga umsóknini á møti, grundað á, at kommunan hevur sett øki – matr. nr. 79a – við rundkoyringina og við Hálsatjørn av til fríøki/spælipláss. Málið verður lagt fyri Trivnaðar- og mentanarnevndina til viðgerðar.

Mál nr.: 544-10-2024, tænastuveitingar til Laðagøtu 7
Reist av: Tóru Johannesen
Málslýsing:
Tænastuveitingar í samband við levering av olju v.m. til húsini á Laðagøtu 7
Avgerð:
Nevndin tekur undir við, at umsitingin arbeiðir víðari við málinum eftir uppskoti.

 
 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
21. aug 2026
Diabetes 2 kanningar á Strondum
18. aug 2026
Stranda musikk­skúli
18. aug 2026
St.Í.F. aðalfund 31. august
14. aug 2026
Nýggja skipanin "kyss og koyr" riggar væl
12. aug 2026
Almenn svimjing byrjar aftur
12. aug 2026
21 spent børn byrjað í fyrsta flokki í dag
12. aug 2026
Bókasavnið letur upp aftur í næstu viku!
11. aug 2026
HG-Fisk á Torginum í Heygsstøð

Send boð til Sjóvar kommunu