Tíðindi

21. nov 2023

Kommunustýrisfundur 20.11.2023

 
Kommunustýrisfundur  20.11.2023
 
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen og 
Marjun á F. Berbisá,

Umframt: Julia Kass
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-19:25

Mál nr.: Asfaltering
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Asfaltera økið niðan fyri skúlan, og gøturnar í kirkjugarðinum. Fíggjarnevndin hevur lagt málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at asfaltera økið niðan fyri skúlan og gøturnar í kirkjugarðinum. Víst verður til RS-413 og RS-671.

Mál nr.: 544-24-2022, varandi orka
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Mælt verður til, at húsið til sjógvhita verður gjørt. Tvær milliónir eru settar av á RS-611 í ár. Fíggjarnevndin leggur málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at húsið til sjógvhita verður gjørt. Tvær milliónir eru settar av á RS-611 í ár.

Mál nr.: 2016-1-2023, skrivstovuútgerð og sáttmálar
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Endurskoða sáttmálar um kommunuloysn. Tilboð uppá skrivstovuútgerð til kommunuskrivstovuna. Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilboði uppá skrivstovuútgerð. Lagt fyri kommunustýrið
Avgerð: Samtykt at taka av tilboði uppá skrivstovuútgerð.

Mál nr.: 210-1-2023, eykajáttanir 2023
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrsta viðgerð. Reguleringar av fíggjarætlanini fyri 2023. RS-112, Val og valnevndir kr. 25.000, RS-460 Endurgjald til lærlingaútreiðslur kr. 20.000, RS-620 Fríðkan kr.-12.000, RS-642 Minnisvarðar kr. 12.000, RS-664 Ídnaðarøki kr. -65.000, RS-674 Kavarudding kr. 20.000, RS-724 Talgildu Føroyar kr. 45.000, RS-730 Grótbrot kr. 150.000, RS-750 Havnin kr. -195.000. ÍL311 Lítlifløttur kr. 150.000, ÍL581 Ítróttaranlegg kr. -1.650.000, ÍL635 Byggibúning kr. 500.000, ÍL691 Maskinamboð kr. 1.000.000. Fíggjarnevndin leggur málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt við fyrstu viðgerð.
Viðmerkingar: Onnur viðgerð verður 14. des.
 

Mál nr.: Brúkaragjøld
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til, at brúkaragjøld fyri egningarskúrar, bátapláss og leigu av øki verður dagførd. Uppskoti er, at gjaldið fyri egningarskúrar hækkar við kr. 100 pr. md., leiga av bátaplássum kr. 100 um árið og leiga av økjum kr. 5 fyri fermeturin um árið, alt uttan mvg.  Fíggjarnevndin leggur málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt sambært uppskoti frá fíggjarnevndini.

Mál nr.: Vetrarhald
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Avtala um vetrarhald av kommunalum vegum. Fíggjarnevndin mælir til at gera sáttmála um kavagraving. Lagt fyri kommunustýri.
Avgerð: Samtykt at taka av tilboði um vetrarhald av kommunalum vegum.


Mál nr.: 541-4-2023, broyting í byggisamtykt
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot frá umsitingini um broyting í byggisamtyktini, soleiðis, at partur av matr. nr. 723 og 367a verður broyttur frá D-øki (havnaendamál) til G-øki (neystaøki).
Avgerð: Samtykt

Mál nr.: 541-2-2023, broyting í byggisamtykt
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot frá umsitingini um broyting í byggisamtyktini, soleiðis, at partur av matr. nr. 100b verður broyttur frá F-øki (almenn fríøki) til B-øki (sethús).
Avgerð: Tikið av skránni

Mál nr.: 541-6-2023, broyting í byggisamtyktini
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot frá umsitingini um broyting í byggisamtyktini, soleiðis, at partur av matr. nr. 649 verður broyttur frá K-øki (landbúnaðarøki) til B-øki (sethús).
Avgerð: Samtykt

Mál nr.: Ikki mál
Reist av: Skálafjarðar Sløkkiliði
Málslýsing: Fíggjar- og íløguætlan fyri 2024 til góðkenningar.
Avgerð: Gjøgnumgingin og góðkend.


Mál nr.: 328-4-2022, ítróttarhøll
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Trivnaðar- og mentanarnevndin leggur tilmæli um at arbeiða víðari við ítróttarhøll fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fara undir samráðingar við annan av tilboðgevarunum um ítróttarhøll.
 Borgarstjórin heitti á kommunustýrið um at seta mál nr. 104-4-2021 á skrá. Samtykt.

Mál nr.: 104-4-2021, umsiting og niðurtøka av bygningum
Reist av: Sjóva kommunu
Málslýsing: Niðurtøka av bygningum Innan Glyvur.
Avgerð: Samtykt at taka bygningarnar á matr. nr. 393u niður. Víst verður til IL-665.


Mál nr.: 211-2-2023, fíggjarætlan 2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Onnur viðgerð av fíggjarætlan fyri 2024
Avgerð: Samtykt.

Inntøkur: kr. 69.840.800

Útreiðslur: kr. 58.867.800

Rentur/rentustuðul:  kr. 3.058.100

Avlop: kr. 7.914.900

Avdráttir: kr. 5.848.700

Íløgur: kr. 28.060.000

Hall: kr. 25.993.800

Sum verður fíggjað við lántøku.

Skattaprosentið verður 21

Barnafrádrátturin verður kr. 7.000,00

 
 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. apr 2024
Kom so, kom so St.Í.F
24. apr 2024
Kommunustýrisfundur 29. apríl
24. apr 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.04.2024
23. apr 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.04.2024
22. apr 2024
Flaggdagshald á Strondum
19. apr 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 18. apríl 2024
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
17. apr 2024
Fundur í Trivnaðar- og Mentanar­nevnd­ini 16.04.2024

Send boð til Sjóvar kommunu