Tíðindi
04. sep 2023
Tekniskur leiðari í 20 ár
1. sep. vóru 20 ár síðani Tummas Johannesen byrjaði í starvi sum tekniskur leiðari hjá Sjóvar kommunu.
Tummas, sum er strandingur av Skála (ella skálamaður á Strondum) hevði tá verið í øðrum starvi í 12 ár, og sum hann sjálvur sigur, so hevði hann verðins besta starv, men valdi tó at senda eina umsókn tá Sjóvar kommuna skuldi hava nýggjan tekniskan leiðara. Tummas fekk starvið, "og tá fekk eg aftur verðins besta starv", sigur hann.
Fyribils hevur hann so verið í hesum verðins besta starvi í 20 ár, og tað hátíðarhildu vit við einum lítlum morgunmatarborði á skrivstovuni í morgun. Borgarstjórin segði nøkur orð og handaði Tummasi eina gávu.
Vit takka fyri fyrstu 20 árini, og gleða okkum til fleiri afturat.
Sjóvar kommuna
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
23. okt 2026
Kommunustýrisfundur 29. oktober
23. okt 2026
Pensjónistafelagið í Sjóvar sókn: Jólaborð, Ræstkjøtsveitsla
23. okt 2026
Gera kommunurnar meira demensvinarligar
23. okt 2026
Eliesar Høj 90 ár
22. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
20. okt 2026
Fíggjarnevndarfundur 19.10.2026
20. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
19. okt 2026