Tíðindi

19. mai 2023

Skráin fyri Útivikuna 2023

Vit kunnu nú endiliga kunngera skránna fyri Útivikuna 2023. Hetta er ein vika við tiltøkum til øll, frá tí yngsta til tann elsta.

Vit byrja longu í morgin, leygardagin 20. mai, og halda fram til mánadagin 29. mai (2. hvítusunnudag).

Vit vóna, at tit taka væl undir við tiltøkunum og seta dagarnar av til Útivikuna. Øll tiltøkini á Útivikuni eru ókeypis, undantikið saunagos, sum kann roynast fyri sámiligan prís. Á skránni í ár hevur ein listaframsýning eisini sníkt seg á skránna.

Meira kunning um tey ymsu tiltøkini sæst so líðandi á heimasíðu okkara.

Øll tiltøk á Útivikuni eru tengd at rímiligum verðurlíkindum. Um veðrið ikki er til vildar, verða tiltøkini flutt/avlýst - kunnað verður um hetta á heimasíðu kommununar.

 

Leygardagur 20. mai

Kl. 10:00: Dyppa og svim við Sjógv
Leygardagin 20. mai kl. 10:00 fara vit at dyppa.
Øll eru vælkomin. Roynd og óroynd – kvinnur og menn í øllum aldri og eisini børn (børnini eru t.d. vælkomin í vátdragt e.l.) Tó er best, um ein vaksin er við børnunum.
Vit dyppa við bátahylin við Sjógv. Ein fínur dyppi-stigi er har, so tað er lætt at fara útí og koma upp aftur.
Vit skifta í tí stóra skiftirúminum, undir opnum himni.
Vit bjóða kaffi, te og køkur – og saft til børnini (hav egnan kopp við).
Tey, sum eru óroynd, ivast kanska í, hvat havast skal við, so her eru nøkur ráð:

  • Svimjidrakt/svimjibuksur
  • Lastikk til hárið
  • Húgvu
  • Stórt handklæði
  • Handskar og skógvar til vátdrakt, um tit eiga
  • Okkurt at standa á, t.d. lítið eyka handklæði
  • Stóra fløsku av flógvum/heitum vatni
  • Hálvhosur og kanska heita troyggju at fara í aftaná
     

Mánadagur 22. mai

Kl. 18:00: Krabbaveiða á Kumlum (á eystursíðuni í Tanga) – Havið glúp og spann við

Kl. 18:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð - við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. fyri hvønn.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Kl. 20:00: Gongutúrur niðan á Strandafjall við André F. Danielsen
Farið verður frá vatnbrunninum við endan á Fossagøtu.
Gingið verður rímiliga skjótt.
Túrurin varar umleið 2 tímar.

 

Týsdagur 23. mai

Kl. 10:30: Gongutúrur/spákingartúrur
Farið verður frá Strandamáling, og gingið verður antin út í Tanga ella vesturum.
Túrurin endar aftur við Strandamáling, har bjóðað verður til kaffimunn í hugnaliga Urtahavanum.

Kl. 18:00: Gongutúrur við frásøgufólkum í gomlum býlingum á Strondum
Túrurin byrjar við garaguna hjá Georg í Strandatúni. Frásøgan byrjar á Heyggi og endar uppi í Gerði. Á túrinum verður steðgað við ymisk støð, har frásøgufólk, sum antin búgva ella hava búð í býlingunum, siga frá søgum og barnaminnum úr økinum.  
Túrurin endar við bygdahúsið, har øll verða boðin til drekkamunn.

Kl. 18:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð - við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. fyri hvønn.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

 

Mikudagur 24. mai

Kl. 10:45: Venjing fyri pensionistar (67+) á vøllinum við bygdahúsið
Fysioterapeutar hjá Roðanum hava venjingina.
Øll eru vælkomin - eisini tey, sum ikki plaga at venja í høllini á Skála.
Aftaná verður okkurt leskandi at fáa.

Kl. 17:00-20:00: Málningaframsýning við Anfríð Djurhuus á kommunuskrivstovuni
Flottu málningarnir hjá Anfríð hava prýtt nýumvældu kommunuskrivstovuna seinastu tíðina. Á útivikuni verður møguligt at síggja málningaframsýningina og práta við listakvinnuna.

Kl. 18:00: Skála ítróttarfelag skipar fyri brotssparkskappingum á vøllinum við bygdahúsið
Býtt verður í aldursbólkar, og vinnararnir fáa steyp.

Kl. 18:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð - við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. fyri hvønn.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Kl. 20:00: Fótbóltur fyri kvinnur á vøllinum við bygdahúsið
Allar kvinnur, royndar sum óroyndar, er vælkomnar til fótbóltsspæl - býtt verður í lið og síðan spæla vit dyst/dystir.
Aldursmark: 18 ár og eldri

 

Hósdagur 25. mai

Kl. 11:00: Trillitúrur úr Strandatúni út til Urtahavan
Hósmorgunin eru allar mammur, pápar og onnur avvarðandi vælkomin við børnum og barnavognum ein trillitúr. Vit byrja við bussskýlið niðan fyri Stranda skúla og ganga út til Urtahavan.
Í Urtahavanum bjóða vit tykkum inn til hugna, har vit borðreiða við kaffi og te við onkrum afturvið. Børnini fáa eisini okkurt leskiligt.

Kl. 17:00-20:00: Málningaframsýning við Anfríð Djurhuus á kommunuskrivstovuni 
Flottu málningarnir hjá Anfríð hava prýtt nýumvældu kommunuskrivstovuna seinastu tíðina. Á útivikuni verður møguligt at síggja málningaframsýningina og práta við listakvinnuna.

Kl. 18:00: Grilling við Lítlafløtt – hvør hevur sítt við, sum tey ætla at grilla
Uml. kl.18.30 verða spøl á vøllinum

Kl. 18:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð - við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. fyri hvønn.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Kl. 20:00: Fótbóltur fyri menn á vøllinum við bygdahúsið
Allir menn, royndir sum óroyndir, er vælkomnir til fótbóltsspæl - býtt verður í lið og síðan spæla vit dyst/dystir.
Aldursmark: 18 ár og eldri

 

Fríggjadagur 26. mai

Kl. 18:00: Gomul føroysk barnaspøl við Fornminnasavnið í Heygsstøð
Kenna tit gomlu barnaspølini "at kasta pinn", "diski dask", "rotið egg" ella "skipanøvn"?
Fríggjadagin hava tit møguleikan at koma oman í Heygsstøð at læra tykkum hesi og fleiri onnur gomul føroysk barnaspøl.
Umframt at greitt verður frá spølunum, verður eisini møguleiki at royna spølini.
Ímeðan tiltakið er, verður Cafe Bella opin, har møguleiki verður hjá bæði børnum og vaksnum at keypa sær okkurt at eta og drekka. Tikið verður ikki móti gjaldskorti. Allur innkomin peningur fer til Fornminnafelagið.
Tiltakið er fyri børn og vaksin í øllum aldri, men heitt verður á foreldur at yngri børnum at verða við, tí vit eru á havnalagnum.

Kl. 18:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð - við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. fyri hvønn.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Kl. 20:00: Kappingar í styrki og kvikleika í bátahylinum í Heygsstøð
Luttakarar verða deildir í bólkar og kappast síðani í styrki og kvikleika á ymsum postum. Onki krav er um ávísa styrki ella kvikleika. Øll kunnu luttaka, og endamálið er at stuttleika sær í kappleiki. 

 

Leygardagur 27. mai

Kl. 09:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð - við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. fyri hvønn.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Kl. 13:00: Kom og spæl kurvabólt móti/við landsliðsleikaranum Erlu Jansdóttir Petersen
Her sleppa tit at royna tykkum í skot-teknikki og í dystarleiki.
Hvar? Á Fifa-vøllinum Innan Glyvur

Kl. 17:00-20:00: Málningaframsýning við Anfríð Djurhuus á kommunuskrivstovuni 
Flottu málningarnir hjá Anfríð hava prýtt nýumvældu kommunuskrivstovuna seinastu tíðina. Á útivikuni verður møguligt at síggja málningaframsýningina og práta við listakvinnuna.

Kl. 20:00: Gongutúrur av Strondum til Kolbeinargjáar
Vit møtast á stóra vendiplássinum við endan á gøtuni undir Torvbrekku (undir Torvbrekku 30). Haðani verður gingið upp um til Kolbeinagjáar og so heimaftur eftir vegnum.

 

Sunnudagur 28. mai (Hvítusunnudagur)

Kl. 09:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð - við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. fyri hvønn.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Kl. 14:00: Gongutúrur eftir fjallatindum av Skála til Strendur
Møtast við bygdahúsið á Strondum kl. 14, har bussur koyrir øll inn til Gjógvará á Skála.
Frá Gjógvará verður farið til gongu eftir varðagøtuni niðan á Selatraðskarð – vit steðga á nakrar ferðir á veg niðan og fáa frásagnir um økið.
Frá Selatraðskarði verður farið upp á Slættafelli, og síðani verður gingið eftir fjallatindunum út á Strandafjall.
Havið matpakka við, sum verður notin, tá túrurin er komin í helvt.
Túrurin tekur uml. 4 tímar, og er ein miðal harður fjallatúrur.

 

Mánadagur 29. mai (2. Hvítusunnudagur)

Kl. 15:00: Útispøl fyri ung og vaksin á fótbóltsvøllinum við bygdahúsið
Vit fara at spæla ymisk spøl, t.d. rundbólt og kappast í ymiskum stafettrenningum.

Hósdagin 1. juni 

Kl. 18:00: Gongutúrur við frásøgufólkum í gomlum býlingum á Strondum
Túrurin byrjar við garaguna hjá Georg í Strandatúni. Frásøgan byrjar á Heyggi og endar uppi í Gerði. Á túrinum verður steðgað við ymisk støð, har frásøgufólk, sum antin búgva ella hava búð í býlingunum, siga frá søgum og barnaminnum úr økinum.  
Túrurin endar við bygdahúsið, har øll verða boðin til drekkamunn.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
06. des 2024
Skip­anarfundur týsdagin 10. des.
06. des 2024
Svimjihylu­rin stongdur
05. des 2024
Musikk­skúlin hevur jóla­konsert
04. des 2024
Jólahugni í Café Bella
02. des 2024
Jóla­konsert við Suð
01. des 2024
Útgávu­konsert við Simonu Paulu
29. nov 2024
Sjómansk­vinnu­ringu­rin jólahugna
27. nov 2024
Jólasølan hjá barna­ringinum

Send boð til Sjóvar kommunu