Tíðindi

01. des 2022

Sjóvarjól

Í desembur hava allir borgarar í Sjóvar kommunu møguleikan at gerast jólavinir í nakrar vikur. Tiltakið verður kalla "Sjóvarjól" og á facebook-bólkinum við sama navnið kann lesast meir um hetta tiltak.

Vit endurgeva her tekstin sum liggur á facebook-bólkinum, har tað verður greitt frá hvussu ein gerst jólavinur v.m.

Niðast í tekstinum stendur at freistin at tekna seg er í dag, 1. desembur, men fyrireikararnir upplýsa at freistin er flutt til at verða í morgin, 2. desembur.

Sjóvarjól

Í desembur kunnu allar familjur, húski og einstøk í Sjóvar kommunu savnast um jólagleðina við at gerast jólavinir í nakrar vikur.

Hvør íbúgvi, hvørt húski ella familja skal geva jólavini sínum 1-2 gávur í desembur. Tað kann verða ein posi við nýbakaðum bollum, eitt fitt jólakort, nakrar smákøkur, okkurt jólaprýði ella okkurt heilt annað. Um børn eru í familjuni, ber eisini til hjá børnunum at gera okkurt fitt prýði, sum kann latast jólavinunum.

Soleiðis kunnu vit øll á hvør sín hátt verða við til at gleða onkran í desembur mánaðinum - og tað er jú sonn jólagleði!

Í stuttum er mannagongdin hendan:

  1. Tú sendir ein teldupost til sjovarjol@outlook.dk har tú upplýsir navn og aldur hjá øllum í húskinum. Minst eisini til at viðmerkja bústaðin.
  2. Tú fært ein teldupost sendandi aftur frá sjovarjol@outlook.dk har tú fært upplýst nøvnini hjá familjuni ella íbúgvanum, sum verða tínir jólavinir.
  3. 1-2 ferð í desembur leggur tú eina lítla gávu inn til tínar jólavinir. Sjálvandi so verður hetta gjørt í loyndum. So veit eingin, hvør tú ert!

Tín jólavinur ger tað sama, so tú ella títt húski fáa eisini 1-2 gávur at gleðast um.

Freistin at tekna seg er 1. desembur (Nú flutt til 2. desember).

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. mar 2024
Vár við lýggjum vindi
27. mar 2024
Gleðiligar páskir
27. mar 2024
Páska­reggjaveiða 30. mars
27. mar 2024
Stórt páska­eggjatombola
25. mar 2024
Søkt verður eftir námsfrøðingum til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum
25. mar 2024
Broytingar í innsavning­ini undan páskum
25. mar 2024
Skrúvað verður fyri vatninum Innan Glyvur
23. mar 2024
Earth Hour í Sjóvar kommunu

Send boð til Sjóvar kommunu