Tíðindi
Landsstýrismaðurin er sinnaður at viðgera málið um rundkoyring
Sjóvar kommuna vil hava eina rundkoyring á Lághálsum innan fyri Raktanga, so nýggi býlingurin við Hálsatjørn á Strondum kann bindast beinleiðis í landsvegin. Endamálið er at leiða ferðsluna burtur frá øðrum bústaðarøkjum. Kommunan vildi samstundis yvirtaka ein part av landsvegnum.
Landsverk gekk ikki áheitanini frá kommununi á møti. Stovnurin metir, at ein rundkoyring á hesum strekkinum er ein vánalig loysn fyri ferðslutrygdina og framkomuleikan. Grundgevingin er, at so fáir vegir sum gjørligt eiga at bindast í ein landsveg. Avgerðin varð kærd til Kærustovnin, sum staðfesti hana.
Landsverk hevur víst á aðrar møguleikar, sum kommunan sambært svarinum ikki hevur sýnt áhuga. Stovnurin heldur framvegis fast við sína meting. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur seg tó vera sinnaðan at viðgera málið í einum § 52a-svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.
Ein rundkoyring kostar vanliga um fimm milliónir
Helgi Abrahamsen spurdi eisini, hvat ein rundkoyring á staðnum hevði kostað. Landsverk hevur onga ítøkiliga kostnaðarmeting fyri Lághálsar. Almenna metingin í svarinum er, at ein rundkoyring kostar umleið fimm milliónir krónur, umframt váðaískoyti.
kelda: www.in.fo