Tíðindi

19. nov 2026

Barnafamf.fo: Familjufyrisitingin við nýggjari heimasíðu til børn

Familjufyrisitingin hevur gjørt eina nýggja og barnavinarliga heimasíðu, sum er ætlað børnum og ungum, sum hava foreldur, sum ikki liva saman. Endamálið við heimasíðuni er at gera tað lætt hjá børnum at nema sær kunning og hjálp, umframt at skilja hvørji rættindi tey hava, um foreldur teirra til dømis eru ósamd um bústað, samveru ella foreldramyndugleika.

Tað er ein sannroynd, at tað eru nógv foreldur, sum ikki liva saman, sum stríðast við at finna stevið um felags børn síni. Tað kann vera, at foreldur ikki eru samd um, hvør samveruskipan hóskar seg best, ella foreldur ikki eru samd um, hvar bústaðurin hjá barninum skal vera. Í nógvum av hesum førum leita foreldur sær hjálp frá Familjufyrisitingini, sum viðgjørdi fleiri enn 100 bústaðar- og samverumál í 2025.

Tað merkir eisini, at tað eru nógv børn, hvørs foreldur eru knýtt at Familjufyrisitingini onkursvegna. Og hesi børn skulu kanska til barnasamrøðu í Familjufyrisitingini, ella tey hava hoyrt foreldrini práta um Familjufyrisitingina ella hugtøk sum samveru, bústað ella foreldramyndugleika. Men hvør er Familjufyrisitingin, og hvat merkir samvera, bústaður og foreldramyndugleika?  

Á barnavinarligu heimasíðuni hjá Familjufyrisitingini kunnu børn lætt finna fram kunning um, hvat tað merkir, tá foreldur tosa um samveru ella bústað, umframt hvørji rættindi børn hava í hesum støðum. Tey kunnu eisini lesa meira um, hvussu ein barnasamrøða gongur fyri seg, og hví barnasamrøður vera hildnar.

Barnið hevur rættin at taka stigið
Tí tað eru ikki bara foreldur, sum kunnu venda sær til Familjufyrisitingina fyri at fáa hjálp. Við nýggju og barnavinarligu heimasíðuni vil Familjufyrisitingin eisini varpa ljós á og kunna børn um rættin hjá børnum at taka stigið.

Við foreldramyndugleikalógini, sum fekk gildi tann 1. januar 2023, var ein sokallaður initiativrættur lógarfestur. Tað vil siga, at børn, sum eru eldri enn 10 ár, kunnu venda sær til Familjufyrisitingina og biðja um, at Familjufyrisitingin kallar foreldrini hjá barninum á fund um eitt nú foreldramyndugleika, bústað ella samveru. Hetta rópa vit rættin hjá barninum at taka stigið.

Um børnini eitt nú eru ónøgd um samveruskipanina, sum foreldur hava avtalað, ella um tey ynskja at búgva hjá hinum foreldrinum, kunnu tey taka stigið og seta seg í samband við Familjufyrisitingina. Familjufyrisitingin kann ikki lova børnunum, at samveruskipanin ella bústaðurin verður broyttur. Men Familjufyrisitingin kann lova, at barnið verður hoyrt, og at foreldrini vera kunnað um, hvussu barnið hevur tað. Og tað kann mangan hjálpa bæði foreldrum og børnum í støðuni.

Á barnafamf.fo kunnu børn (og vaksin) lesa meira um, hvørji rættindi børn hava, og hvussu børnini kunnu vera hoyrd í sambandi við tær avtalur, sum foreldrini gera um børnini.

Tá børn stríðast: Samrøðubólkar og ráðgeving
Barnavinarliga heimasíðan hjá Familjufyrisitingini er eisini ætlað børnum, sum stríðast við, at foreldrini eru farin ella eru í ferð við at fara hvør til sítt.

Sambært tølum hjá Hagstovuni búðu 3.226 børn annaðhvørt hjá mammu ella pápa sínum við ársbyrjan í ár. Og vit vita, at tá foreldur eru farin ella eru í ferð við at fara hvør til sítt, kann tað ávirka børnini. Tað er ikki ókent, at hesi børn kenna seg einsamøll í støðuni, hóast tey, sum tølini vísa, als ikki eru einsamøll.

Á barnafamf.fo kunnu børn skjótt og einfalt finna røttu hjálpina, um tey hava hesa hjálp fyri neyðini. Og tey kunnu lesa um ymsu tilboðini, sum Familjufyrisitingin bjóðar børnum og ungum, hvørs foreldur ikki liva saman.

Ein barnaheimasíða til familjuna og til fakfólk
Hóast heimasíðan fyrst og fremst er ætlað børnum, so er tað eisini hent hjá foreldrum og fakfólkum at nema sær vitan um, hvørji rættindi børn hava, og hvørji tilboð Familjufyrisitingin kann bjóða børnum.

Familjufyrisitingin vónar, at heimasíðan kann veita kunning, vegleiðing og ikki minst hjálp til tey mongu børnini í Føroyum, sum stríðast, tí at foreldrini ikki liva saman.

Eisini hevur Familjufyrisitingin gjørt ein faldara við kunning. Eftir ætlan vera faldarar at finna á skúlum og stovnum kring landið.

Vitja nýggju heimasíðu okkara barnafamf.fo og kunna teg nærri um rættindini hjá børnum, hvørs foreldur ikki liva saman, og um tey mongu tilboð, sum Familjufyrisitingin bjóðar hesum børnum.

Vilt tú hava meira kunning um, hvørji tilboð Familjufyrisitingin hevur til foreldur, sum ikki liva saman, ber sjálvandi enn til at kunna seg nærri um hetta á famf.fo.

 

Til ber at vitja barnaheimasíðuna á www.barnafamf.fo, ella við at klikkja á knøttin “Til børn og ung” niðast til høgru á heimasíðuni hjá Familjufyrisitingini www.famf.fo.

 

Vilt tú hava nýggjastu kunning og tíðindi frá Familjufyrisitingini, kanst tú melda teg til tíðindabræv niðast á heimasíðu okkara www.famf.fo.

 

Myndir: Veingir, 2025

Vinaliga
Familjufyrisitingin

Øll málsviðgerð í Familjufyrisitingini er fevnd av dátuverndarlógini. Meira kunning um hetta er at finna her.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. nov 2026
Barnafamf.fo: Familju­fyrisitingin við nýggjari heimasíðu til børn
17. nov 2026
Minnisøkið í Kolbeinagjógv
13. nov 2026
Kommunustýrisfundur 19. nov.
13. nov 2026
Lands­stýris­maðu­rin er sinnaður at viðgera málið um rundkoyring
12. nov 2026
Skatta­listin fyri 2025
10. nov 2026
Fíggjar­nevndarfundur 09.11.2026
09. nov 2026
Marknaðardagur í bygdahúsi­num 15. nov.
09. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár

Send boð til Sjóvar kommunu