Tíðindi

03. nov 2026

Kim Simonsen fær amerikanska virðisløn fyri yrkingarsavn

Føroysk bók vinnur amerikanska virðisløn

Í november kemur enska útgávan av yrkingasavninum "Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum" eftir Kim Simonsen út á amerikanska forlagnum White Pine Press. Enska útgávan hevur heitið The biological composition of a drop of seawater is reminiscent of the blood in my veins.

Bókin hevur vunnið amerikansku virðislønina The Cliff Becker book prize in translation, sum verður latin fyri umsettar bókmentir. Savnið er týtt úr føroyskum til enskt av Randi Ward.

Longu áðrenn útgávuna hevur bókin fingið eina sterkt viðmæli frá amerikanska rithøvundinum Christopher Merrill. Merrill er rithøvundur og hevur skrivað bókina Flares. Hann hevur eisini staðið á odda fyri rithøvundaskúlanum International writing program við University of Iowa, sum er ein tann mest týðandi rithøvundaskúlin í heiminum.

Á bakpermuni skrivar Merrill:

“Við ásannanini hjá Anaximander um, at ‘alt, ið doyr, vendir aftur til tað frumevnið, sum tað spratt úr’ skapar Kim Simonsen eina stórbæra meditatión um havið, sæð gjøgnum deyðan hjá siglandi pápanum. Føroyski yrkjarin, kuratorurin og granskarin hevur snildisliga bundið saman gerandisligar smálutir, broytingar í veðrinum og rørslur í havinum við størri tilveruligar spurningar, á einum máli, sum bæði er knapt og miskunnarleyst. Í náttúrunnar ringrásum skapar hann ‘søguna um aldurnar og náttina.’ Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum er ikki bara eitt strálandi íkast til frøðibókmentirnar, men eisini ein nýggjur máti at lesa landslagið og havlandsøkið í okkara egna lívi.”

Kim Simonsen hevur seinnu árini fingið altjóða gjøgnumbrot við yrkingum, útgávum og upplestrum.

Í oktober var hann gestur á Minsheng-listasavninum í Shanghai, har umleið 9.600 fólk fylgdu einum upplestri á netinum.

Stutt eftir varð avtala gjørd um kinesiska útgávu av tveimum av bókum hansara í 2028.

Útgávan hjá White Pine Press verður sostatt enn eitt stig í altjóða ferðini hjá føroyskum bókmentum.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
03. nov 2026
Kim Simonsen fær amerikanska virðisløn fyri yrkingar­savn
03. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
30. okt 2026
Handahornið týskvøldið 3. nov.
30. okt 2026
Kommunustýrisfundur 29.10.2026
29. okt 2026
Minningarhald teirra sjólætnu
29. okt 2026
Helgi spyr lands­stýrismannin um rundkoyring
28. okt 2026
Stór málninga­framsýning og søla í bygdahúsi­num á Strondum
27. okt 2026
Áhugavert tiltak í Løkshøll í kvøld kl. 19:00

Send boð til Sjóvar kommunu