Tíðindi
28. okt 2026
Stór málningaframsýning og søla í bygdahúsinum á Strondum
Tæn Afrika skipar fyri stórari málningaframsýning og sølu leygardagin 31. oktober og sunnudagin 1. november í bygdahúsinum á Strondum.
Kom og hygg at stórum úrvali av málningum eftir bæði kendum og minni kendum málarum. Málningarnir verða seldir á uppboðssølu. Ein minstiprísur er á hvørjum málningi, og so eru øll vælkomin at bjóða ein hægri prís. Uppboðssølan endar sunnukvøldi kl. 21.
Peningurin fer óskerdur til neyðstaddar kvinnur og børn í Etiopia og Liberia.
Málningaframsýningin er opin soleiðis:
- Leygardagin 31. oktober kl. 14-21
- Sunnudagin 1. november kl. 14-21
Øll eru hjartaliga vælkomin í bygdahúsið at síggja málningaframsýningina og søluna, og til eitt gott prát, kaffi/te og okkurt afturvið.
Tæn Afrika
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
28. okt 2026
Stór málningaframsýning og søla í bygdahúsinum á Strondum
28. okt 2026
Ruskplássið stongt mikukvøldið 28. oktobur
28. okt 2026
Hulkavegur stongdur
27. okt 2026
Áhugavert tiltak í Løkshøll í kvøld kl. 19:00
23. okt 2026
Kommunustýrisfundur 29. oktober
23. okt 2026
Pensjónistafelagið í Sjóvar sókn: Jólaborð, Ræstkjøtsveitsla
23. okt 2026
Gera kommunurnar meira demensvinarligar
23. okt 2026