Tíðindi
Broytt ferðsluviðurskift við skúlan á Strondum
Fyri at bøta um ferðslutrygdina við skúlan á Strondum eru ferðsluviðurskiftini við skúlan broytt.
Ein nýggj gongugøta er gjørd sunnafyri Strandatún 4 (omanfyri missiónshúsið) til børnini at ganga niðan í skúlan. Tann gamla gøtan er norðanfyri Strandatún 4.
Tey sum koyra børn í skúla, skulu tí ikki longur seta børn av við busssteðgiplássið, men koyra longur suður til øki sum er markera við reyðum.
Eisini er Stranddatún gjørt einvegis suðureftir frá Fløtuvegnum til Heygsvegin/ Mýrubrekku. Tað verður tí ikki longur loyvi at koyra norðureftir Strandatúni um morgunin.
Hetta er gjørt fyri at gera tað tryggari fyri børn og onnur í ferðsluni. So heitt verður á øll, um at halda seg til ásetingarnar.
Fólk koma komandi tíðina at vera á økinum at vegleiða ferðsluna.