Tíðindi

07. aug 2026

Opið hús í tunlinum sunnudagin 9. august


Nú tunnilin er liðugur, vilja vit fegin bjóða øllum áhugaðum til opið hús á Fløtuvegi 71. sunnudagin kl. 15–17.
Komið inn á gólvið sunnudagin millum klokkan 15 og 17, og fái eitt gott prát. Vit bjóða kaffi og kaku.

Kunning til íbúgvar í Sjóvar kommunu:
Hóast vit ikki byrja vakstrarárið við limum og skipaðum virksemi fyrr enn næsta ár, eru íbúgvar í Sjóvar kommunu vælkomnir at seta plantur niður í tunnilin longu nú, um tey sjálvi ansa teimum.
So um tit t.d. hava tomat-, agurk- ella aðrar plantur standandi í vindeyganum, sum hava brúk fyri meira plássi, eru tit vælkomin at geva teimum eitt pláss í tunnlinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin – vit gleða okkum at vísa tykkum tunnilin.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
04. sep 2026
FM á langteini í súkkling í morgin, 5. sep.
03. sep 2026
Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík
31. aug 2026
Eigur tú eldri myndir av eldsløkking?
28. aug 2026
Fíggjar­nevndarfundur 21.08.2026
28. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27.08.2026
27. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27. august
21. aug 2026
Diabetes 2 kanningar á Strondum 3. september
18. aug 2026
Stranda musikk­skúli

Send boð til Sjóvar kommunu