Tíðindi

05. aug 2026

Nýggjur útróðrarbátur til Strendur

Seint í gjárakvøldið kom nýggji útróðrarbáturin 'Maru' til Strendur.

Báturin er bygdur í Litava, og er av slagnum 'Seigur'

Tað er felagið Aron, sum er skrásett á Strondum, sum eigur og skal reka bátin.

Maru er 12,4 metrar langur, 4,5 metrar breiður og lastar 25.000 pund. Motorurin er ein 294 KW Scania. Hann hevur síðuskrúvu aftan og framman og er sterkt bygdur

Enn manglar ymiskt at gera, áðrenn báturin kann fara í vinnu. Egningarmaskina, pavnur og ymisk útgerð skal riggast til áðrenn farast kann fyrsta túrin, um vantandi ein mánað.

Tað verða 3-4 mans við bátinum. 

Sjóvar kommuna ynskir eigarunum til lukku og góða eydnu við bátinum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
05. aug 2026
Nýggjur útróðrarbátur til Strendur
03. aug 2026
Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Stranda skúla
03. aug 2026
Vaskifólk til skúlan
24. jul 2026
Broytingar í ruskinn­savning­ini á ólavsøku
17. jul 2026
Stongt vegna summarfrí
15. jul 2026
Íbúðir í Dávagerði reistar
15. jul 2026
Tveir 90 ára føðingardagar
10. jul 2026
Avbrot á fipursambandi­num á Strondum

Send boð til Sjóvar kommunu