Tíðindi
15. jul 2026
Tveir 90 ára føðingardagar
í síðstu viku vóru tveir 90 ára føðingardagar í Sjóvar kommunu
Sunnudagin 5. juli bleiv Súni Jacobsen 90 ár.
Súni er ein sera virkin maður. Tá borgarstjórin seinri í vikuni var framvið heiminum hjá Súna, fyri at geva honum eina heilsan frá kommununi, var hann ikki at treffa, tí hann var farin at mála sær bátin. Tí er eingin mynd av Súna. Hann fekk tó eitt blómutyssi, og heilsan frá borgarstjóranum.
Fríggjadagin 10.juli bleiv Margit Sofie Rasmussen 90 ár. Hon helt føðingardagin í bygdahúsinum fríggjakvøldið.
Borgarstjórin vitjaði Margit fríggjadagin við blómutyssi og eini heilsan frá kommununi.
Sjóvar kommuna ynskir teimum báðum til lukku við 90 ára føðingardegnum.
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
07. aug 2026
Opið hús í tunlinum sunnudagin 9. august
05. aug 2026
Nýggjur útróðrarbátur til Strendur
03. aug 2026
Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Stranda skúla
03. aug 2026
Vaskifólk til skúlan
24. jul 2026
Broytingar í ruskinnsavningini á ólavsøku
17. jul 2026
Stongt vegna summarfrí
15. jul 2026
Íbúðir í Dávagerði reistar
15. jul 2026