Tíðindi

07. jul 2026

Strandingurin Pauli Rasmussen millum fimm teir mest spennandi at fylgja í U20 EM

Komandi dagarnar skal føroyska U20 liðið í hondbólti spæla 'U20 European Championship 2026' í Rumenia.

EHF (European Handball Federation) hevur gjørt lista ivir 5 spælarar, sum eru verdir at fylgja í kappingini.

Ein av leikaranum er strandingurin Pauli Rasmussen.

EHF vísir á, at sterki strandingurin hevur gjørt bart í heimligu kappingini, í Evropa og á landsliðunum.

Pauli er á listanum saman við stórum útlendskum nøvnum, so sum Marcos Fis frá Spanien, Rasmus Ankermann frá Týsklandi, sum eisini er liðfelagið hjá Eliasi á Skipagøtu í Kiel. Codrin Dascalu frá Romenien og Aljuš Anžic frá Slovakia. 

Millum annað skrivar EHF um Paula Rasmussen

'Toppskjúttin fyri felag hansara, eisini í Evropa har St.Í.F royndi seg aftur síðsta kappingarár. 27 mál í U19 HM í fjør, har hann var ein undangongumaður hjá Føroyum, og aftur hesaferð verður hann millum mest tíðandi álopsvápnini'

EHF hevur 19-ára gamla føroyingin sum ein av sínum fimm mest spennandi spælarunum at fylgja í U20 EM-endaspælinum í Rumenia, ið byrjar í morgin mikudagin 8. juli.

Pauli Rasmussen hevur gjørt bart seinastu árini og millum annað fingið fyrstu A-landsliðsminuttirnar. Lámi bakkurin, sum eisini kann spæla á vonginum, skiftir eftir EM-endaspælið úr barndómsfelagnum St.Í.F til TMS Ringsted.

Føroyar eru í bólki B í kappingini í Romenien. Hini liðini í bólkinum eru Serbia, Sveis og Turkaland. 

Pauli Rasmussen og hinir fóru av landinum mánadagin, og klokkan 17.30 mikudagin 8. juli, verður fyrsta uppgávan í EM.

Til ber at stroyma dystin ókeypis á Portalinum ella lurta á FM1 - alt við føroyskum frásøgufólki.

Fyrstu dystirnir verða hesir

Mikudagin 8. juli 17:30
Serbia-Føroyar

Hósdagin 9. juli 12:30
Føroyar-Turkaland

Leygardagin 11. juli 17:30
Sveis-Føroyar

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
07. jul 2026
Strandingu­rin Pauli Rasmussen millum fimm teir mest spennandi at fylgja í U20 EM
01. jul 2026
Vaskifólk til skúlan
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu
25. jun 2026
Vatnið er nú reint aftur
24. jun 2026
Team Rynkeby vitjar á Strondum
23. jun 2026
Kommunustýrisfundur 18.06.2026
23. jun 2026
Søkt verður eftir vaskifólki
22. jun 2026
90 ára føðingardagur

Send boð til Sjóvar kommunu