Tíðindi

29. mai 2026

Skráin fyri leygardagin 30. mai á Kom-út-vikuni 2026

Leygardagurin á Kom-út-vikuni er fullur av nógvum ymiskum spennandi virksemi, frá morgni til myrkurs.

Dagurin byrjar kl. 10 við dypping við bátahylin við Sjógv, har børn og vaksin eru vælkomin at dyppa saman við dyppi-konunum. Aftaná verður ein kaffimuður at fáa við onkrum afturvið - børnini fáa sunkist.

Um man ikki troystar sær at hoppa á sjógv, er ókeypis almenn svimjing í svimjihylinum í Stranda skúla.

Kl. 11 verður fari til gongu niðan á Borgarfelli. Vit møtast við ítróttarhøllina á Skála og ganga hagani niðan á Borgarfelli. Minnist til at hava matpakka við. Gingið verður oman aftur til Selatraðar, har bussur koyrir okkum aftur til Skálar eftir bilunum. Kári Jacobsen av Selatrað verður ferðaleiðari á túrinum.

Kl. 17 vísa vit Champions League finaluna millum Arsenal og PSG í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum.

Kl. 20 verður konsert við ongum minni enn Marius Ziska í stóra-sali í bygdahúsinum á Strondum. Afturat sær hevur Marius Magnus Jóhannessen á keyboard og Kristoffer Mørkøre á bass. Konsertin er ókeypis og drykkjuvørur verða til keyps í barrini.

Aftaná konsertina við Mariusi, kl. 22, verður skipað fyri Pub-Qiuz. Drykkjuvørur verða til keyps í barrini.

Skráin fyri leygardagin 30. mai:

Kl. 09:00-12:00 - Ókeypis almenn svimjing

Hvar? Svimjihylurin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur

  • Kl. 09-10: Almenn svimjing fyri vaksin
  • Kl. 10-12: Almenn svimjing fyri øll

Kl. 10:00 - Dyppa og svim við Sjógv

Hvar? Við bátahylin við Sjógv

ØLL ERU VÆLKOMIN – bæði roynd og óroynd.

Børnini eru sjálvandi vælkomin við, tey kunnu vera í vátdrakt. Best er, um onkur vaksin er við børnunum.

Vit dyppa við bátahylin við Sjógv. Har er ein fínur dyppi-stigi, so lætt er at fara útí og koma upp aftur.

Vit skifta í stóra almenna skiftirúminum (undir opnum himli).

Aftaná dyppingina bjóða vit kaffi, te og okkurt søtt. Børnini fáa saft. (Havið egnan kopp við).

Til tey óroyndu síggjast vegleiðandi ráð niðanfyri:

  • Svimjidrakt/svimjibuksur
  • Lastikk til hárið
  • Húgvu
  • Stórt handklæði
  • Handskar og skógvar til vátdrakt (um tit eiga)
  • Okkurt at standa á, t.d. eitt lítið handklæði
  • Stóra fløsku við flógvum/heitum vatni
  • Hálvhosur og kanska eina heita troyggju at fara í aftaná

Tað er bara at leypa úti tað!

Kl. 11.00 - Gongutúrur niðan á Borgarfelli

Hvar? Gongutúrurin byrjar við ítróttarhøllina á Skála, Undir Mýruhjalla 5, 480 Skála

Kári Jacobsen av Selatrað verður ferðaleiðari á túrinum.

Túrurin byrjar við ítróttarhøllina á Skála. Haðani verður gingið niðan á Borgarfelli. Uppi á Borgarfelli verður matpakki etin, áðrenn leiðin gongur oman til Selatraðar. Har bíðar bussur, sum koyrir gongufólkið aftur til bilarnar við høllina á Skála.

Havið egnan matpakka við.

Kl. 17:00 - Champions League Finala í bio-salinum

Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur

Vit vísa Champions League finaluna millum Arsenal og PSG í bio-salinum.

Drykkjuvørur verða til keyps.

Kl. 20:00 - Konsert við Marius Ziska

Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur

Leygarkvøldið 30. mai kl. 20 verður skipað fyri konsert við Marius Ziska í bygdahúsinum á Strondum.

Afturat sær hevur Marius Magnus Jóhannessen á keyboard og Kristoffer Mørkøre á bass.

Konsertin er ókeypis, og drykkjuvørur verða til keyps í barrini.

Kl. 22:00 - Pub-Quiz

Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur

Aftaná konsertina við Mariusi, verður skipað fyri Pub-Qiuz.

Drykkjuvørur verða til keyps í barrini.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
21. mai 2026
Skráin fyri Kom-Út-Vikuna 23.-31. mai 2026
29. mai 2026
Skráin fyri leygar­dagin 30. mai á Kom-út-vikuni 2026
29. mai 2026
Broyting í almennu byggisamtykt­ini §3, Áseting fyri øki B: Bústaðarendamál. stk 1., punkt b
29. mai 2026
Ársroknskapur 2025
29. mai 2026
Kommunustýrisfundur 28.05.2026
29. mai 2026
Fíggjar­nevndarfundur 28.05.2026
28. mai 2026
Skráin fyri fríggja­dagin 29. mai á Kom-út-vikuni 2026
28. mai 2026
Myndarøð: Grilling við Lítlafløtt og konsert við Fljóðljóð

Send boð til Sjóvar kommunu