Tíðindi
Broyting í almennu byggisamtyktini §3, Áseting fyri øki B: Bústaðarendamál. stk 1., punkt b
Broyting í almennu byggisamtyktini §3 stk 1 punkt b
Kunngerð um framløgu av broyting í byggisamtykt
Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá fríggjadegnum 29. mai 2026 til sunnudagin 21. juni 2026.
Broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu:
Í almennu byggisamtyktini §3, Áseting fyri øki B: Bústaðarendamál. stk 1., punkt b, stendur:
"Bert ein sjálvstøðugur bústaður kann vera á hvørjum matrikkulnummari".
Hendan orðingin gevur avbjóðingar fyri tey, sum ynskja at deila hæddir á sethúsum í tveir matriklar.
Samtykt er tí at strika orðingina í §3, Áseting fyri øki B: Bústaðarendamál, stk 1., punkt b.
‘Bert ein sjálvstøðugur bústaður kann vera á hvørjum matrikkulnummari’
Økir sum reglugerðin umfatar eru øll økini B, sum er sett av til sethúsabygging.
Broytingin verður gjørt fyri, at tað skal vera møguligt at byggja fleiri búeindir á einum matrikkli, bæði so eitt hús kann vera deilt vatnrætt, ella loddrætt.
Møguligar viðmerkingar ella mótmæli um strikan av §3 stk 1, bunkt B, sum skulu vera skrivlig, verða at senda til:
Sjóvar kommunu
Skúlavegur 10
490 Strendur
ella: sjk@sjovar.fo í seinasta lagi mánadagin 13. juli 2026