Tíðindi

19. mai 2026

Fundur í Tøkni og býarskipanarnevndini 19. mai 2026

Møtt: Jóhan H Funn, Sandra Ljósá Østerø og Sonni Johansen
Umframt: Hans Anders Jacobsen og Tummas Johannesen
Skrivari: Jóhan Blábjørg
Klokkan: 17:00-18:55

Mál nr.:320-1-2026 Stuðul til asfaltering niðanfyri Missiónshúsið
 
Reist av: Missiónshúsiðinum á Strondum
Dagf.:11/5-2026 
Málslýsing: Missiónshúsið søkir stuðul til at asfaltera økið omanfyri missiónshúsið. Umsøknin er til viðgerðar.

Avgerð: Nevndin mælir til at játta kr 80.000, við ynski um at fáa brúksrætt til parkeringsøkið í skúlatíð. Lagt fyri Fíggjarnevndina.


Mál nr.:541-5-2025 Nýggj útstykking við Nónvarða sethús
Reist av:Sjóvar kommuna
Dagf.:20/2-2025
Málslýsing:Vegir til útstykkingina skulu gerast. Kostnaðarmeting er gjørd.

Viðgerast skal, um arbeiði at gera vegir og tilhoyrandi skal ordrast.
Avgerð: Nevndin mælir til at seta arbeiði í ordra. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.:541-2-2026 Umsókn um at broyta byggisamtyktini fyri matr. nr. 109a á Strondum
 
Reist av: Jan á Argjaboða
Dagf.:10/4-2026
Málslýsing: Samtykt var á kommunustýrisfundi 30.apríl 2026, at játta umsóknini um at broyta byggisamtyktina fyri 109a frá landbúnaðarøkið til bústaðarøki.

T&B skal arbeiða víðari við málinum. Viðgerast skal tilmæli frá ‘Arkitek’
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum. Eigarnir skulu koma við endaligu verkætlanini, áðrenn arbeiðast kann við byggisamtyktini. 


Mál nr.:541-3-2026 umsókn um broyting í byggisamtykt, matr. nr. 81 á Selatrað
 
Reist av: Sveinbjørn Jakobsen
Dagf.:16/4-2026
Málslýsing:
Eigarnir á matr 81 á Selatrað søkja um at broyta byggisamtyktina frá landbúnaðarøkið/sethús til summsrhúsøkið.

Umsóknin er til viðgerðar.
Avgerð: Tikið av skránni. 
 
Mál nr.: 542-14-2026 Ljóðviðurskifti i frítíðarstovuni
 
Reist av:Lítlifløttur
Dagf.:24/4-2026
Málslýsing: Starvsfólk í skúlabólkinum hava gramt seg í ljóðviðurskiftini á stovninum. 

Hóast trolltek er lagt, so eru tað avbjóðingar við larmi. 

Tummas hevur tosa við Jacob Eli frá JEP smíð, sum skal betra um ljóðviðurskiftini á stovnum hjá TN kommunu. 

Tummas leggur tilmæli framm, um hvat gerast kann.

Avgerð: Tekniska umsitingin arbeiðir víðari við málinum.

 
Mál nr.:542-15-2026  Vakstrartunnil við Hándbóltsvøllin
 
Reist av: Rebekka Ljósá Østerø
Dagf.: 11/5-2026
Málslýsing: Umsókn er komin um byggiloyvi at gera vakstrartunnil á matr 79a (við hándbóltsvøllin) Byggisamtyktin samsvarar ikki heilt við umsóknina.

Tilmæli frá teknisku umsiting er til viðgerðar.
Avgerð: Nevndin mælir til, at geva frávik til geva byggiloyvi, við tí treyt, at tunnilin verður tikin niður, um annað skal byggjast á økinum. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.:544-4-2026 Umsókn um ferðgáa á Fløtuvegi
 
Reist av: Jónvør Silvurstein
Dagf.:20/4-2026
Málslýsing:Søkt er um at fáa ein ferðgáa avtrat á Fløtuvegin (Í brekkuna millum skúlan og Sjóvarbrekku)

Tilmæli frá teknisku umsiting verður lagt framm, og umsóknin og ferðsluviðurskiftini í brekkuni eru til viðgerðar.

Avgerð:Nevndin mælir til at flyta ferðgáan frá Fløtum oman í brekkuna, og biða um tilboð um nýggjan ferðgáa.

Eisini skal gonguteigur gerast við gomlu dansistovuna, við Rættargøtu, Undir Torvbrekku og millum Gerðavegin og Lágarvegin. 

Mál nr.: 544-5-2026 Fyrispurningur viðv. garði á Heygsvegi 7
 
Reist av:Ragnar Danielsen
Dagf.:24/4-2026
Málslýsing: Ragnar Danielsen spyr um ferðsluviðurskiftini framm við húsinum og um hansara garð.

Tilmæli frá teknisku umsiting verður lagt framm, og fyrispurningarnar eru til viðgerðar.
Avgerð:Eingin ætlan er fyri økið.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. mai 2026
Fundur í Tøkni og býarskipanar­nevnd­ini 19. mai 2026
21. apr 2026
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 20. apríl 2026
18. mar 2026
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 17. mars 2026
27. feb 2026
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 17. februar 2026
16. jan 2026
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 13. januar 2026
10. des 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 9. desembur 2025
20. nov 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 19. novembur 2025
22. okt 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 21.oktobur 2025

Send boð til Sjóvar kommunu