Tíðindi

28. mai 2026

Skráin fyri hósdagin 28. mai á Kom-út-vikuni 2026

Hósdagurin 28. mai er stóri grilldagurin á Kom-út-vikuni 2026. Veðrið sær lovandi út, so løtan verður heilt víst framúr. Vit hita grillirnar og hvør hevur sítt við, sum tey ætla at grilla og drekka. Hoppiborgir til børnini verða blástar upp á vøllinum. Grillirnar verða heitar kl. 17.30.

Dagurin byrjar tó við venjing fyri pensionistum á vøllinum við bygdahúsið kl. 11-12 við fysioterapeutum frá Roðanum. Øll eru hjartaliga vælkomin at venja við, eisini tey, sum ikki plaga at venja í høllini á Skála.

Dagurin endar við forkunnugari konsert við kvinnukórinum Fljóðljóð í Stranda Bio kl. 19.00. Konsertin er almenn og ókeypis.

Aftur í dag er møguligt at telva við stórum talvfólki í Strandatúni við Garaguna hjá Georg.

Framsýningin hjá Finleifi Mortensen "Lýggir vindar" í bygdahúsinum á Strondum er opin rundan um konsertina við kvinnukórinum Flóðljóð.

Skráin fyri hósdagin 28. mai:

Kl. 11:00-12:00 - Venjing fyri pensionistar (67+)

Hvar? Vøllurin við bygdahúsið á Strondum

Fysioterapeutar hjá Roðanum hava venjingina.

Øll eru vælkomin - eisini tey, sum ikki plaga at venja í høllini á Skála.

Aftaná verður okkurt leskandi at fáa.

Frá Kl. 15:00 - Uttandura talv við Stranda talvfelag

Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg

Stranda Talvfelag skipar aftur í ár fyri uttandura talvi frá kl. 15.00 og út á kvøldið mánadag til fríggjadag á Kom-út-vikuni.

Stórt talv verður teknað á asfaltið, og so verður møguligt at telva við stórum talvfólki.

Kl. 17:30 - Grilling við Lítlafløtt

Hvar? Við barnagarðin Lítlafløtt, Fløtuvegur 82, 490 Strendur

Hvør hevur sítt við, sum tey ætla at grilla.

Hoppiborgir til børnini verða blástar upp á vøllinum.

Kl. 19:00 - Konsert við Fljóðljóð

Hvar? Bio-salur í bygdahúsinum á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur

Hóskvøldiið 28. mai klokkan 19.00 verður forkunnug konsert við kvinnukórinum Fljóðljóð í Stranda Bio.

Fljóðljóð varð stovnað í 2016. Tað var Súsanna Joensen, sum byrjaði kórið. Kórið hevur sungið klassiskt, sálmar og siðbundnar sangir, og hevur sungið til tiltøk av øllum hugsandi slagi.

Í fjør spurdu tær í Fljóðljóði Ásbjørn Berthelsen um hann vildi leiða kórið. Og tað vildi hann fegin.

Kórleiðarum líkt, hevur nýggi kórleiðarin sett sín dám á tónleikin.

Kórið hevur lagt seg á ein meira rútmiskan bógv, men tær syngja tó enn tað, teimum dámar allar best. Vakrar sangir við yndisligum harmonium og klangi.

Konsertin verður í Stranda Bio hóskvøldið 28. mai klokkan 19.00.

Konsertin er almenn og ókeypis. 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
21. mai 2026
Skráin fyri Kom-Út-Vikuna 23.-31. mai 2026
28. mai 2026
Skráin fyri hósdagin 28. mai á Kom-út-vikuni 2026
27. mai 2026
Skráin fyri mikudagin 27. mai á Kom-út-vikuni 2026
27. mai 2026
Kom-út-vikan, sangur, list og dansur
27. mai 2026
Kom-út-vikan, myndir frá útisjónleiki­num 25. mai
27. mai 2026
Kom-út-vikan 2026. Myndir frá kvinnu­kvøldi­num 23. mai
26. mai 2026
Útferð hjá pensjónista­felag­num í Sjóvar sókn
26. mai 2026
Skráin fyri týsdain 26. mai á Kom-út-vikuni 2026

Send boð til Sjóvar kommunu