Tíðindi

26. mai 2026

Skráin fyri týsdain 26. mai á Kom-út-vikuni 2026

Aftur í dag, týsdagin 26. mai, er nógv spennandi á skrá á Kom-út-vikuni 2026.

Kl. 17 og kl. 18 verða súkklutúrar fyriskipaðir saman við Súkklu- og Triathlon felagnum Troy. Børnini súkkla kl. 17 og tá verður møguligt at súkkla ein styttri/lættari túr ella ein longri/tyngri túr. Súkklutúrurin fyri vaksin byrjar kl. 18 og súkklað verður til Morskranesar og aftur. Allir túrar byrja frá bygdahúsinum á Strondum.

Kl. 19 letur málningaframsýningin "Lýggir Vindar" við Finleifi Mortensen upp í bygdahúsinum. Tá framsýningin letur upp, spælir Kári Sverrisson nøkur løg.

Dagurin endar við Linedansi í fimleikarhøllini í Stranda skúla kl. 20, og tá eru øll vælkomin at dansa, eisini menn.

Eisini verður møguligt at telva við stórum talvfólki í Strandatúni við Garaguna hjá Georg.

Skráin fyri týsdagin 26. mai:

Frá Kl. 15:00 - Uttandura talv við Stranda talvfelag

Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg

Stranda Talvfelag skipar aftur í ár fyri uttandura talvi frá kl. 15.00 og út á kvøldið mánadag til fríggjadag á Kom-út-vikuni.

Stórt talv verður teknað á asfaltið, og so verður møguligt at telva við stórum talvfólki.

Kl. 17:00 - Súkklutúrur fyri børn við Súkklu- og Trathlon felagnum Troy

Hvar? Møtast við bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur

Súkklu- og Triathlon felagið Troy skipar fyri felags súkklutúri fyri børn týsdagin 26. mai kl. 17.00.

Tùrurin byrjar og endar við bygdahúsið á Strondum.

Tað verður møguligt at súkkla ein styttri/lættari túr ella ein longri/tyngri túr.

Øll eru vælkomin við at súkkla, heilt frá smábørnum á rennisúkklu til eldri børn. Vaksin eru eisini vælkomin at súkkla við.

Kl. 18:00 - Súkklutúrur fyri vaksin við Súkklu- og Trathlon felagnum Troy

Hvar? Møtast við bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur

Súkklu- og Triathlon felagið Troy skipar fyri felags súkklutúri fyri vaksin mánadagin 26. mai kl. 18.

Túrurin byrjar við bygdahúsið á Strondum, og súkklað verður til Morskranesar og aftur.

Kl. 19:00 - Lýggir vindar - Málningaframsýning við Finleifi Mortensen

Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur

Týskvøldið kl. 19 letur Finleif Mortensen upp framsýning við abstraktum málningum í stóra-sali í bygdahúsininum á Strondum.

Í 2012 gjørdi Finleif eitt uppskot til listprýði, sum tó ikki rakk til meir enn eitt uppskot. Arbeiðið varð kortini ikki til fánýtis, tí tilgongdin hevur verið grundarlag og íblástur til fleiri abstrakt listaverk.

Verkini til hesa framsýning ” Lýggir vindar” eru sprottin frá sangløtuni við Stranda Sangkóri ”Vár við lýggjum vindi.” Til sangløtuna, sum hevur nøkur ár á baki, eru lándir stórir málningar, sum Finleif hevur málað. Til ársins sangløtu átti Finleif ongan nýggjan málning og vildi ikki sættast við at endurnýta listarverkini frá í fjør. Tískil fór hann í holt við at mála tveir nýggjar málningar. Tað vísti seg, at tá sangløtan 2026 fór av bakkastokki, vórðu tveir málningar blivnir til eitt samansett listaverk á 700x150 cm.

Síðan tá hevur Finleif arbeitt víðari við listaverkinum, so tað nú, saman við málningunum frá undanfarnu sangløtum, er karmur um framsýningina ”Lýggir vindar” í bygdahúsinum á Strondum.

Tá framsýningin letur upp, spælir Kári Sverrisson nøkur løg.

Framsýningin stendur frammi alla Kom– út–vikuna í Sjóvar kommunu, og tí verður møguligt at síggja hana, tá onnur tiltøk verða í bygdahúsinum restina av vikuni.

Kl. 20:00 - Linedansur við Rógva B. Dam

Hvar? Fimleikarhøllin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur

Dentur verður lagdur á, at fólk stuttleika sær.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
21. mai 2026
Skráin fyri Kom-Út-Vikuna 23.-31. mai 2026
26. mai 2026
Útferð hjá pensjónista­felag­num í Sjóvar sókn
26. mai 2026
Skráin fyri týsdain 26. mai á Kom-út-vikuni 2026
25. mai 2026
Skráin fyri 2. hvítusunnudag á Kom-út-vikuni 2026
22. mai 2026
Broyting er í ruskinn­savning­ini í bygdunum vestanfyri
22. mai 2026
Kommunustýrisfundur 28. mai
22. mai 2026
Fíggjar­nevndarfundur 21.05.2026
19. mai 2026
Rottangatøming á Selatrað

Send boð til Sjóvar kommunu