Tíðindi

27. mai 2026

Skráin fyri mikudagin 27. mai á Kom-út-vikuni 2026

Skráin fyri mikudagin 27. mai á Kom-út-vikuni 2026 er rúgvusmikil og spennandi.

Kl. 17.30 verður søguløta og konsert við børnum í byrjanardeildini í Borgini í Stranda skúla. Øll eru vælkomin at lurta.

Í bygdahúsinum verður spennandi kunningarfundur kl. 19.00, um eina verkætlan við vakstrartunnli, sum hevur fingið stuðul frá Sjóvar kommunu. Biografsalurin verður opin ímeðan kunningarfundurin er, so børn eru vælkomin við.

Dagurin endar við fótbólti fyri menn, har royndir sum óroyndir mans eru vælkomnir til fótbóltsspæl á vøllinum við bygdahúsið. Aldursmarkið fyri luttøku er 18 ár og eldri
Aftaná fótbóltin verður hugni í bygdahúsinum við quiz, og tá eru eisini teir menn, sum ikki luttaka í fótbóltsspælinum, vælkomnir við.

Almenna svimjingin mikudagin 27. mai er ókeypis. Svimjitíðirnar síggjast í skránni. Tíverri er hylurin ikki eins heitur, sum hann plagar at verða.

Eisini verður møguligt at telva við stórum talvfólki í Strandatúni við Garaguna hjá Georg.

Skráin fyri mikudagin 27. mai:

Frá Kl. 15:00 - Uttandura talv við Stranda talvfelag

Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg

Stranda Talvfelag skipar aftur í ár fyri uttandura talvi frá kl. 15.00 og út á kvøldið mánadag til fríggjadag á Kom-út-vikuni.

Stórt talv verður teknað á asfaltið, og so verður møguligt at telva við stórum talvfólki.

Kl. 16:00-21:00 - Ókeypis almenn svimjing

Hvar? Svimjihylurin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur

  • Kl. 16-17: Almenn svimjing fyri familjum við pinkubørnum
  • Kl. 17-20: Almenn svimjing fyri øll
  • Kl. 20-21: Almenn svimjing fyri vaksin

Kl. 17:30 - Søguløta og konsert við børnum í byrjanardeildini í Stranda skúla

Hvar? Borgin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur

Vit byrja í Borgini við søguløtu, og síðani fara børn í byrjanardeildini at framføra nakrar sangir

Kl. 19.00 - Kunningarfundur um verkætlanina við vakstrartunnli

Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur

Tá stuðul varð latin til verkætlanir úr átakinum ”Saman um bygdina” varð stuðul latin verkætlan um felags vakstrartunnil á Strondum.

Á kunningarfundinum kunnu tit hoyra meir um hesa verkætlan, hvussu hon verður skipað og hvørjar møguleikar borgarar í Sjóvar kommunu fáa við hesum.

Øll áhugaði eru vælkomin at lurta.

Kl. 20:00 - Fótbóltur fyri menn

Hvar? Vøllurin við bygdahúsið á Strondum

Allir menn, royndir sum óroyndir, eru vælkomnir til fótbóltsspæl – býtt verður í lið, sum dystast móti hvør øðrum.

Aldursmark: 18 ár og eldri

Aftaná fótbóltin verður hugni í bygdahúsinum við quiz.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
21. mai 2026
Skráin fyri Kom-Út-Vikuna 23.-31. mai 2026
27. mai 2026
Skráin fyri mikudagin 27. mai á Kom-út-vikuni 2026
27. mai 2026
Kom-út-vikan, sangur, list og dansur
27. mai 2026
Kom-út-vikan, myndir frá útisjónleiki­num 25. mai
27. mai 2026
Kom-út-vikan 2026. Myndir frá kvinnu­kvøldi­num 23. mai
26. mai 2026
Útferð hjá pensjónista­felag­num í Sjóvar sókn
26. mai 2026
Skráin fyri týsdain 26. mai á Kom-út-vikuni 2026
25. mai 2026
Skráin fyri 2. hvítusunnudag á Kom-út-vikuni 2026

Send boð til Sjóvar kommunu