Tíðindi

25. mai 2026

Skráin fyri 2. hvítusunnudag á Kom-út-vikuni 2026

Í dag, 2. hvítusunnudag 25. mai, er útisjónleikur og konsert á skrá á Kom-út-vikuni 2026.

Hetta er triðja árið á rað, at Stranda Sjónleikarafelag hevur útisjónleik á skránni fyri Kom-út-vikuna. Havandi í huga, at tvær tær seinastu framførslurnar hava verið framúrskarandi, gleða vit okkum sera nógv at síggja leikin í dag kl. 15. 

Kl. 18 verður forkunnug konsert í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum, við Hans Hjalta Skaale og Hóraldi Joensen. Teir fara at syngja og spæla vísur av tí siðbundna slagnum. Konsertin er ókeypis.

Eisini verður møguligt at telva við stórum talvfólki eftir útisjónleikin í Strandatúni, við Garaguna hjá Georg.

Skráin fyri 2. hvítusunnudag:

Kl. 15:00 - Barna- og familjuleikur um Bukkarnir Brúsi og hini ævintýrini í Sjóvar kommunu

Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg

Bukkarnir Brúsi eru enn einaferð á ferð til feitilendið hinumegin Berbisá. Á leiðini hitta teir ymisk ævintýr-leikfólk frá okkara egna staðbundna umhvørvi. Meðan leikur fer, situr Trøllið sum vant ótolið við brúnna og bíðar eftir bukkunum.

 

Frá Kl. 16:00 - Uttandura talv við Stranda talvfelag

Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg

Stranda Talvfelag skipar aftur í ár fyri uttandura talvi frá kl. 15.00 og út á kvøldið mánadag til fríggjadag á Kom-út-vikuni.

Stórt talv verður teknað á asfaltið, og so verður møguligt at telva við stórum talvfólki.

 

Kl. 18:00 - Vísusangur við Hans Hjalta Skaale & Hóraldi Joensen.

Hvar? Bio-salur í bygdahúsinum á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur

Annan Hvítusunnudag verður vísusangur á skrá í bygdahúsinum á Strondum við Hans Hjalta Skaale og Hóraldi Joensen.

Hans Hjalti Skaale hevur sín fasta, sera dugnaliga samstarvsfelaga Hórald Joensen, harmonikuleikara, við sær. Á konsertini fara vit at hoyra løg, sum Hans Hjalti hevur gjørt til yrkingar hjá Janusi Djurhuus, Regini Dahl og Andriasi Justesen. Eisini verða týddar vísur úr Írlandi, USA og Svøríki at hoyra, ið Hans Hjalti hevur føroyskað. Onkur av skemtivísunum hjá Andriasi Justesen, sum hvørt mansbarn í Føroyum man kenna, verður eisini á skrá.

Konsertin, sum er ókeypis, verður í hugnaliga biograf-salinum. Eingi atgongumerki verða seld – tað er bara at møta upp til hesa forkunnugu konsert við vísusangi av tí siðbundna slagnum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
25. mai 2026
Skráin fyri 2. hvítusunnudag á Kom-út-vikuni 2026
22. mai 2026
Gleðiliga Hvítusunnu
21. mai 2026
Skráin fyri Kom-Út-Vikuna 23.-31. mai 2026
22. mai 2026
Broyting er í ruskinn­savning­ini í bygdunum vestanfyri
22. mai 2026
Kommunustýrisfundur 28. mai
22. mai 2026
Fíggjar­nevndarfundur 21.05.2026
21. mai 2026
Kvinnukvøld - Kom-út-vikan 2026
19. mai 2026
Rottangatøming á Selatrað

Send boð til Sjóvar kommunu