Tíðindi
Kommunustýrisfundur 28. mai
Kommunustýrisfundur 28. mai 2026
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-
Mál nr.: Ikki mál, ársroknskapur hjá Sjovar kommunu fyri 2025
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ársroknskapur og granskoðanarprotokol fyri 2025 verða løgd fram til góðkenningingar.
Mál nr.: Ikki mál, ársroknskapur hjá Roðanum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ársroknskapur hjá Roðanum til góðkenningar.
Mál nr.: 104-3-2026, Broyting í kommunustýrisskipan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Í samband við, at kommunustýrið ætlar at taka nevndir av, verður broytingaruppskot fyri kommunustýrisskipanina lagt fyri kommunustýrið. Uppskotið skal samtykkjast á tveimum kommunustýrisfundum.
Mál nr.: 320-1-2026 Stuðul til asfaltering niðan fyri Missiónshúsið
Reist av: Missiónshúsinum á Strondum
Málslýsing: Missiónshúsið søkir stuðul til at asfaltera økið niðan fyri húsið. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at játta kr 80.000, við ynski um at fáa brúksrætt til parkeringsøkið í skúlatíð. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini. Peningur er tøkur á RS-671. Lagt fyri kommunustýrið.
Viðmerkingar: Samlaði kostnaðurin fyri asfalteringina er 172.800 U/MVG
Mál nr.: 542-15-2026 Vakstrartunnil við hondbóltsvøllin
Reist av: Rebekku Ø. Ljósá
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til vakstrartunnil á matr 79a (við hondbóltsvøllin) Byggisamtyktin samsvarar ikki heilt við umsóknina. Tilmæli frá teknisku umsiting er til viðgerðar. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at geva frávik til geva byggiloyvi, við tí treyt, at tunnilin verður tikin niður, um annað skal byggjast á økinum. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 541-12-2025, Sjk., broyta byggisamtykt til deiling av sethúsum millum hæddir
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Svar er komið frá Orkumálaráðnum um broyting í byggisamtyktini um broyting av §3. Umsóknin er ikki gingin á møti, við grundgeving at ætlaði orðingin ikki er í samsvar við aðra lóggávu. Málið má tí takast uppaftur til viðgerðar. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at strika §3, nr. 1, litra b. í almennu byggisamtyktini. “Bert ein sjálvstøðugur bústaður kann vera á hvørjum matrikkulnummari” Lagt fyri kommunustýrið