Tíðindi

16. mai 2026

Kom-út-vikan í Sjóvar kommunu 25.-31. mai

”Kom-út-vikan” í Sjóvar kommunu verður dagarnar 25.-31. mai. Nógv ymiskt er longu komið á skránna, men enn er pláss fyri fleiri tiltøkum. Eins og seinasta ár fara vit at heita á tykkum um at skriva til bardur@sjovar.fo ella ringja á tlf. 232725, um tit hava eitthvørt tiltak til skránna. Tað er als ikki neyđugt, at tiltakiđ er stórt og samlar nógv fólk. Heldur ynskja vit fleiri smærri tiltøk á skránna. Einans hugflogið setir mark fyri innihaldinum á tiltakinum, og einasta treyt, vit seta, er, at ein fyriskipari er til tiltakið.

Ynskiligt er, at skráin fyri ”Kom-út-vikuna” verđur stór og fjølbroytt, og tí vóna vit eisini, at undirtøkan at bjóða seg fram verður góð og fevnir um allar bygdir í kommununi.

Skráin fyri ”Kom-út-vikuna” verður kunngjørd fyrst í næstu viku.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. jun 2026
Eldraráðið økisfund í bygdahúsi­num á Strondum
16. jun 2026
HG-Fisk á Torginum í Heygsstøð
15. jun 2026
on
12. jun 2026
Kommunustýrisfundur 18. juni
12. jun 2026
Fíggjar­nevndarfundur 11.06.2026
11. jun 2026
Framløga um grønmetis­velting og stovnandi aðalfundur
10. jun 2026
Ættarrit framløga 9. juni 2026
10. jun 2026
Vaðhorn 50 ár

Send boð til Sjóvar kommunu