Tíðindi

15. mai 2026

Einfaldari at avgreiða byggimál og endurskoða fígging av eldraøkinum

Hetta var úrslitið av regluliga fundinum, sum landsstýrið og formansskapurin í Kommunufelagnum høvdu í gjár.

Fíggingarleisturin á eldraøkinum verður endurskoðaður – og nýggj lóggáva, sum skal gera tað greiðari, einfaldari og skjótari at avgreiða byggimál, verður ætlandi løgd fyri Løgtingið í heyst.

“Landið og kommunurnar hava nógv mál og avbjóðingar – sum krevja samskipan og samstarv. Tað hevur týdning, at samstarvið millum land og kommunur áhaldandi verður røkt og styrkt, og at vit seta okkum við borðið og finna loysnir í felag”, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.

Á fundinum í Tinganesi í gjár hava landsstýrið og Kommunufelagið gjørt av, at ein arbeiðsbólkur við umboðum úr Fíggjarmálaráðnum og Kommunufelagnum skal gera uppskot til broytingar í fíggingarleistinum á eldraøkinum. Ætlanin er at koma á mál í heyst.

Á fundinum umrøddu partarnir eisini mál um byggisamtyktir og matrikkulering.

Partarnir eru samdir um, at tað er ov torgreitt og tíðarkrevjandi at avgreiða byggimál, og at tað er alneyðugt at gera broytingar skjótast tilber. 

Avtalað varð, at kommunurnar verða tiknar við í lógarfyrireikandi arbeiðið. 

kelda: www.lms.fo

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. jun 2026
Eldraráðið økisfund í bygdahúsi­num á Strondum
16. jun 2026
HG-Fisk á Torginum í Heygsstøð
15. jun 2026
on
12. jun 2026
Kommunustýrisfundur 18. juni
12. jun 2026
Fíggjar­nevndarfundur 11.06.2026
11. jun 2026
Framløga um grønmetis­velting og stovnandi aðalfundur
10. jun 2026
Ættarrit framløga 9. juni 2026
10. jun 2026
Vaðhorn 50 ár

Send boð til Sjóvar kommunu