Tíðindi
10. mai 2026
Ruddingardagur 16. mai
Leygardagin, 16. mai 2026, verður árligi ruddingardagurin í Sjóvar kommunu.
Byrjað verður við morgunmati á hesum støðum kl. 9.00:
- í missiónshúsinum á Selatrað
- Geilin 15, Innan Glyvur
- í bygdahúsinum á Strondum
Tosað verður um, hvar ruddast skal, og hvør fer hvar. Vit hava býtt bygdirnar upp og sett ábyrgdarfólk til hvørt øki.
Um tit vita um serstøk øki, sum treingja til at verða ruddaði og/ella hampaði, eru tit vælkomin at skriva til bardur@sjovar.fo ella ringja á tlf. 232725.
Um tíð og manning loyvir tí, er ætlanin at fríðka um onkunstaðni í kommununi - meir kunning um tað til morgunmatin í bygdahúsinum.
Øll, sum hava ruddað, verða boðin til døgurða í bygdahúsinum kl. 13.00. Eftir døgurðan verður bygdaquiz á skránni.
Ruddingardagin er bingjuplássið stongt.
Við vón um góða undirtøku.
Sjóvar kommuna
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
10. mai 2026
Ruddingardagur 16. mai
08. mai 2026
HG-Fisk á Torginum í Heygsstøð
07. mai 2026
Jóhan H. Funn settur sum byggifrøðingur í Sjóvar kommunu
05. mai 2026
Lutir til loppumarknaðin niðri á Høvdanum
05. mai 2026
Basarur við tombola og eydnuhjóli
05. mai 2026
Søkt verður eftir fólki til fríðkan
04. mai 2026
Kommunustýrisfundur 30.04.2026
30. apr 2026