Tíðindi

24. apr 2026

Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir við Lághálsar

Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur samtykt at gera lendi við Lághálsar á Strondum til fjølbroyttar bústaðir. 

Við hesum verður økið ”við Lághálsar” á Strondum bjóða út til íbúðarverkætlan.

Samlaða verkætlanarøkið ”við Lághálsar” er umleið 11.000 fermetrar.

Tað er upp til tey, ið bjóða, um at koma við uppskoti til eina útstykkingarætlan um hvussu økið og bygningarnir verða skipaðir.

Tey, ið koma við boði, skulu gera uppskot til alt økið.

Tað stendur boðgevara frítt at gera av, hvørjari loysn viðvíkjandi eigaraviðurskiftum byggingin verður skipað eftir, eitt nú sum eigara-, luta- ella leigubústaðir. Tað er ábyrgd tilboðsgevarans at fáa í lag loysn, sum á skynsaman hátt kann skipa útleiganina av leigubúeindum, skipa eigara-/lutafelag og/ella sølu av ognunum. 

Atkomuvegir til økið verða frá verandi vegi.

Meira kunning um verkætlanina er á hesi leinkju 

Spurningar og meira kunning kann fáast við at seta seg í samband við tekniska leiðaran Tummas Johannesen tummas@sjovar.fo  ella á tlf. nr.  232720

Freistin at lata boð inn er 01.07.2026 kl 12:00

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. apr 2026
95 ára føðingardagur
29. apr 2026
Flaggdagshaldið 2026, røða og myndir
24. apr 2026
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir við Lághálsar
24. apr 2026
Barna­verndar­tænastan við Skálafjørðin søkir eftir málsviðgerðum
24. apr 2026
Kommunustýrisfundur 30. apríl
24. apr 2026
Søkt verður eftir fólki til fríðkan
21. apr 2026
Sjómansk­vinnu­ringu­rin
21. apr 2026
Ruskplássið stongt flaggdagin

Send boð til Sjóvar kommunu