Tíðindi
Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndin 8. apríl 2025
Tøkni- og býarskipanarnevndin 08.04.2025
Møtt:Jóhan H Funn, Sandra Ljósá Østerø
Umframt: Hans Anders Jacobsen, Tummas Johannesen
Skrivari:Jóhan Blábjørg
Klokkan:17:00-17:35
Viðmerkingar:
Sonni møtti ikki á fundi
Mál nr.: 544-2-2025 Breiðkan av Hulkavegnum
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:6/2-2025
Málslýsing:Samtykt er at breiðka Hulkavegin. Eisini skulu gøtuljósini skiftast.
Nevndin verður kunnað um nær arbeiði byrjar, og hvussu arbeiði verður gjørt.
Avgerð: Nevdin kunnað um málið
Mál nr.:541-21-2019 Dávagerði II
Reist av:Sjóvar kommunu
Málslýsing: Hvussu koma vit víðari við íbúðarbyggingini. Hvat vilja vit við Dávagerði II?
Avgerð:Nevndin mælir til at fara víðari við verkætlanini. Lagt fyri kommunustýrið um byggjast skal á økinum.
Mál nr.:544-6-2021 Selvindisbrekkan
Reist av:Sjóvar kommunu
Málslýsing:Ferðsluviðurskifti í Selvindisbrekkuni.
Avgerð:Fyrisitingin kannar møguleikar.
Mál nr.:541-8-2025 Keyp av jørð til útbygging av Sjóvarlon
Reist av:Sjóvar kommuna
Dagf.:7/4-2025
Málslýsing:Sjóvarlon skal útbyggjast við seks búplássum. Í hesum sambandi verður neyðugt at ogna okkum uml. 760 fermetrar av matr. nr. 767a. Nevndin skal tí viðgera, um jørðin skal keypast.
Avgerð:
Nevndin samtykt, at loyvi umsitingini at samráðast um at keypa jørð
Mál nr.:541-9-2025 Broyta byggisamtykt, E-øki, Sjóvarlon.
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:07/04-2025
Málslýsing:Í samband við útbyggingina av Sjóvarlon, mugu vit eisini broyta byggisamtyktina fyri at kunna bygga.
Økið er í dag B3 økið, ið er sethúsa økið. Økið skal tí broytast til E, ið er “Almenn endamál”. Nevndin skal tí viðgerða, um vit skulu broyta byggisamtyktina.
Avgerð:Nevdin tilmælir at broyta byggisamtyktina. Lagt fryi kommunustýrið