Tíðindi

30. jan 2026

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin


Barnaverndartænastan við Skálafjørðin søkir eftir einum sosialráðgeva. Starvið er leyst at søkja til setan 1. apríl 2026 ella skjótast gjørligt. Talan er um eitt fast starv fulla tíð, við møguleika fyri niðursetta tíð.

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommunur, og vit halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík. Á deildini starvast sjey fólk, sosialráðgevar, skrivari, sálarfrøðingur og leiðari.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.
 
Ágóðar við starvinum
Vit ynskja okkum starvsfólk, sum

• hava góð samskiftis- og samstarvsevni

• vilja samstarva og duga at síggja loysnir

• tola at arbeiða undir trýsti

• hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt
 
Krøv til útbúgving og førleikar
Førleikakrøv

• Útbúgving sum sosialráðgevi

• Neyðugt er at hava koyrikort
 
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
Arbeiðsuppgávur

• málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin

• fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini

• samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar

• vera við í vaktarskipan hjá Barnaverndartænastuni
 
Løn og setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Barnaverndartænastan skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

 

Nærri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrin Dam, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, á tlf. 237098.

Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um Barnaverndartænastuna sambært lóg um barnavernd. Í kommununum búgva á leið 7.000 fólk.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
09. okt 2026
Loppu­marknaður og kaffisølu á Café Bellu
08. okt 2026
Stranda kvøldskúli nýggja heimasíðu
07. okt 2026
90 ára føðingardagur
07. okt 2026
Konfimantar í Skála kirkju sunnudagin 11. oktobur kl 11.
06. okt 2026
Avtalan um barna- og ungdóms­tannrøkt endur­nýggjað
06. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
06. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
06. okt 2026
Bárður á Lakjuni á Strondum 

Send boð til Sjóvar kommunu