Tíðindi

16. jan 2026

EM-fepur á Strondum

Á vestara armi á Skálafjørðinum herjar sannur EM-fepur hesar dagar. Stórur partur av borgarunum eru farnir til Oslo at stuðla Kjartani, Allani, Bjarna og hinum hetjum okkara, í strembanini at vinna landi okkara víðari luttøku í EM-endaspælinum í hondbólti hjá monnum.

Eisini tey, sum eftir sita Føroyum, hava okkurt at gleða seg til, tí StÍF fer at vísa allar EM dystirnir hjá Føroyum á stórskermi í bygdahúsinum á Strondum. Dystirnir verða vístir bæði í bio- og lítla-sali.

Dyrnar lata upp 30 min. áðrenn dystarbyrjan, og aftur við dystunum er møguligt at keypa kaffi, té, sunkist og annað gott.

Dystarskrá:

  • Fríggjadagin 16. januar kl. 19.30 - Føroyar - Sveis
  • Sunnudagin 18. januar kl. 17.00 - Føroyar - Montenegro
  • Týsdagin 20. januar kl. 19.30 - Føroyar - Slovenia

Í Sjóvar kommunu eru vit sera stolt at eiga fleiri av evnaríku EM-stjørnunum, og ynskja vit landsliðnum bestu eydnu næstu dagarnar.

Eisini ynskja vit borgarum okkara, og føroyingum sum heild, ið eru farin til Oslo at stuðla landsliðnum, eina góða EM-veistlu.

Til seinast vóna vit, at tit, sum eftir sita á vestara armi á Skálafjørðinum, møta fjølment í bygdahúsinum á Strondum til dystirnar, soleiðis at vit saman skapa ein EM-dám, líkur honum í Oslo.  

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. des 2025
Nýtt vinnuøki Innan Glyvur
16. jan 2026
EM-fepur á Strondum
16. jan 2026
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 13. januar 2026
16. jan 2026
Aðalfundur hjá Stranda sjónleikara­felag
15. jan 2026
Innskriving til 1. flokk
15. jan 2026
Sjómansk­vinnu­ringurin
09. jan 2026
45 fólk fleiri enn 1. januar í fjør
08. jan 2026
Sløkkiliðsmenn verða heiðraðir

Send boð til Sjóvar kommunu