Tíðindi

10. des 2025

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 9. desembur 2025

Møtt: Jóhan H Funn, Sandra Ljósá Østerø og Sonni Johansen

Umframt: Hans Anders Jacobsen og Tummas Johannesen
Skrivari: Jóhan Blábjørg
Klokkan:16:45- 17:55

541-13-2025 Byggisamtyktin fyri vinnuøkið Innan Glyvur
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:13/11-2025
 
Málslýsing:Byggisamtyktin fyri vinnuøkið avmarkar bygningar hægri enn 8,5m.   

Ynski er tí um at broyta byggisamtyktina fyri økið, so at loyvi verður at byggja hægri. 

Uppskot er um at broyta byggisamtiktina fyri §4. 1 øki C punkt d til

·         Einki hús ella einstakir partar teirra mugu vera hægri enn 12 m yvir planeringshædd og natúrligt uppruna lendi.

 
Avgerð: Nevndin mælir til at broyta byggisamtyktina. Lagt fyri kommunustýrið

Mál nr.:541-16-2025 Broyting í byggisamtykt á Selatrað
 
Reist av:Sjóvar kommuna
Dagf.:8/12-2025
Málslýsing: Vegna broytt virksemi, so er uppskot um at gera matr. nr. 123, sum er gamla smoltstøðin, til C3-øki, (serstøk byggisamtykt fyri virksemi á økinum) sambært uppskoti. 

Broyta part av matr. nr.  56a, sum í dag er F-øki (almen frítíðarøki) til K-øki (landbúnaður) 

Avgerð: Nevndin mælir til at broyta byggisamtyktina. Lagt fyri kommunustýrið.
 
 
Mál nr.: 541-14-2025  Broyta byggisamtykt á matr 373a (við Nónvarða)
 
Reist av:Sjóvar kommuna
Dagf.:20/11-2025
Málslýsing:Uppskot er um broytingar í byggisamtyktini fyri B10 (Niðanfyri “við Nónvarða”)
Avgerð:Arbeiða víðari við málinum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
27. feb 2026
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 17. februar 2026
16. jan 2026
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 13. januar 2026
10. des 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 9. desembur 2025
20. nov 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 19. novembur 2025
22. okt 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 21.oktobur 2025
17. sep 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 16.09.2025
21. aug 2025
Fundur í tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 19. august 2025
12. jun 2025
Fundur í tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 11. juni 2025

Send boð til Sjóvar kommunu