Tíðindi

17. des 2025

Søkt verður eftir námsfrøðingum til Lítlafløtt

Námsfrøðingar til Lítlafløtt

Søkt verður eftir:
- einum námsfrøðingi í 35 tímar um vikuna, at byrja 1. februar 2026 ella eftir nærri avtalu.

- einum námsfrøðingi í 30 tímar um vikuna, at byrja 1. februar 2026 ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kann hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað.

Á Lítlafløtti fært tú eitt spennandi, mennandi og fjøllbroytt starv saman við góðum starvsfelagum. Sum námsfrøðilig tiltøk hava vit TRAS, Betri vinir og TÍTT.

Vit ynskja
- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum.
- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- at tú ert nærverandi, kreativ/ur og at tær dámar væl at vera úti
- at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
- at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvi
- at tú skilur og tosar føroyskt

Vit bjóða
- eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi - eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfelagum ert við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvi
- eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti

Setanarviðurskifti:
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Sigrid Olsen, varaleiðara, á tlf. 232757  

Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo 

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. desember 2026, kl. 12:00 og sendast til: litliflottur@sjovar.fo

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
17. des 2025
Fríðuf­løtur stongdur hósdagin
17. des 2025
Fíggjar­nevndin 15.12.2025
17. des 2025
Søkt verður eftir námsfrøðingum til Lítlafløtt
16. des 2025
Loyvi til nýggjársbál
16. des 2025
Kommunuskrivstovan um jóla- og nýggjárshøgtíðina
15. des 2025
Kommunustýrisfundur 18. desember
15. des 2025
Syngja jólini inn á Selatrað
15. des 2025
Magni Christiansen í Sjóvar kirkju

Send boð til Sjóvar kommunu