Tíðindi

16. des 2025

Loyvi til nýggjársbál

Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál.

Umsókn um loyvi at brenna bál skal stílast Skálafjarðar kommunala Sløkkiliði, tlf. 448235 ella sks@sks.fo.

Frymil til umsókn um at brenna bál.

Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:

  • at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur
  • at støddin á bálinum er í mesta lagi 3 metrar í diametur og 2 metrar í hædd
  • bál, størri enn 3 metrar í diametur og/ella 2 metrar í hædd, skulu frammanundan góðkennast av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum og verða bert loyvd, um Sløkkiliðið metir trygd og frástøðu at verða hóskandi til umstøðurnar
  • at veðrið er til vildar
  • at frástøða til hús og lutir verður nóg stór, og á góðkendum stað
  • at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum og at navn, adressa og telefonnummar verða upplýst Sløkkiliðsstøðini teldupost sks@sks.fo 
  • at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda, er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning
  • at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir.
  • mælt verður til, at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella køling í samband við møguligar brunaskaðar

Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
15. sep 2026
Garagan hjá Georg verður tikin niður
09. sep 2026
Stongt vegna starvs­fólkadag
09. sep 2026
Morgunkaffi byrjar aftur
04. sep 2026
FM á langteini í súkkling í morgin, 5. sep.
03. sep 2026
Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík
31. aug 2026
Eigur tú eldri myndir av eldsløkking?
28. aug 2026
Fíggjar­nevndarfundur 21.08.2026
28. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27.08.2026

Send boð til Sjóvar kommunu